Fuglafrøðifelagið og Klivaløkshagi Johan

Johan Mortensen hevur hin 31. juli lagt út lesarabræv á vp.fo og in.fo, har hann ynskir sjónarmiðini hjá Fuglafrøðifelagnum til vindmyllulundina í Klivaløkshaga. Fuglafrøðifelagið sendi hin 4. juni inn hoyringsskriv til umhvørvisárinsmetingina fyri Klivaløkshaga til Umhvørvisstovuna, umframt til Sands kommunu og borgarstjóra

Nevndin í Føroya Fuglafrøðifelag
5. august 2024 kl. 18:27

Í stuttum eru hesi tey týdningarmestu punktini:

• Umhvørvisáringsmetingin er ónøktandi, og undirmetir margfeldið av fugli í økinum.

• Klivaløkshagi bæði umskarar og er umgirt av “Important Bird Areas”.

• Føroyar hava bundið seg til Agenda 2021 og 2030 hjá ST (https://hagstova.fo/fo/tidindi/nyggj-heimasida-vid-heimsmalunum og https://sdg.hagstova.fo/ ), men hava gjørt lítið ella einki fyri at røkka teimum náttúrugrundaðu burðardyggu menningarmálunum.

• Føroyar vanta eitt heildaryvirlit yvir náttúruvirðir, ið vísir á, hvørji øki skulu verjast móti útbyggingum, sama um tað er vindmyllulundir ella onnur sløg av útbyggingum.

Alt hoyringsskrivið sæst niðanfyri. Hoyringsskrivið umframt fylgiskjal finst eisini á heimasíðu okkara: https://fuglar.fo/fuglafrodifelagid-og-klivalokshagi/

Viðmerkingar til Umhvørvisárinsmeting "Vindorkuverkætlan í Klivaløkshaga", Sandoy.

Ætlanin fyri vindmyllulund í Klivaløkshaga og atkomuveg fevnir um eitt øki á áleið 3,2 km2. Fyri at lætta um, brúka vit her heitið Klivaløkshagi fyri tað avmarkaða øki umframt atkomuvegin. Økið hevur Søltuvík vestaru megin og Gróthúsvatn í landsynningshorninum. Gróthúsvatn og Sandsvatn liggja ávikavist áleið 500 m og 1 km eystanfyri Klivaløkshaga, og nærbýlta lendi í Sandi liggur áleið 1 km í ein landsynning. Søltuvík liggur áleið 500 m vestanfyri avmarkaða økið í Klivaløkshaga.

Økið liggur á einari rættiliga javnt hækkandi slættu, ið strekkir seg í ein útnyrðing upp móti Bøllufjalli.

Nágreiniligar viðmerkingar finnast í fylgjiskjalinum. Niðanfyri koma vit bert lættliga inn á okkara viðmerkingar og niðurstøður.

  • Yvirlitið yvir umhvørvisárin (Mynd 11 i Umhvørvisárinsmetingini) er ófullfíggjað, tá ið tvey týðandi árin ikki eru tikin við: Minking og harvið óvendandi tap av lendi og náttúruøkjum, og umhvørvisárin og tilfeingisnýtsla við jøvnu útskiftingini av óendurnýtiligum tilfari í torni og vindmylluveingjum.

  • Óljoð: Tað tykist ósannlíkt, at eingin ljóðdálking skal vera eftir 500 m, nú tað í opnum lendi longu kann hoyrast órógvandi ljóð frá áður uppsettum vindmyllum munandi longur vekk enn tað.

  • Margfeldið av fugli er munandi størri enn frágreiðingin um lívfrøðiliga margfeldi sipar til. Hetta er galdandi bæði fyri Klivaløkshaga og Gróthúsvatn.

  • Vindmyllurnar vera virknar árið runt. Av tí orsøk má lívmargfeldið, serliga fyri fugl, eisini kannast í øllum tíðarskeiðum av árinum, og ikki bert á sumri.

  • Summi sløg eru munandi meira viðbrekin fyri vindmyllunum enn frágreiðingin um tað lívfrøðiliga margfeldið sipar til.

  • Økið Sandsvatn-Gróthusvatn og vestureftir móti Søltuvík hevur støðu sum Important Bird Area (IBA), og umskarar við sunnaru pørtunum av Klivaløkshaga.

  • Bergini frá Gróthúsvatn og vestureftir, umframt nærum øll vestara síða av Sandoynni hevur støðu sum Important Bird Area (IBA).

  • Klivaløkshagi er sostatt umgyrdur av Important Bird Areas og umskarar eitt teirra.

  • Vandin fyri at fuglur rennur seg í vindmyllurnar er vælkendur, og verður ikki nevndur meira her.

Føroyar hava bundið seg til Agenda 2021 og Agenda 2030 (https://hagstova.fo/fo/tidindi/nyggj-heimasida-vid-heimsmalunum og sdg.hagstova.fo/). Tey burðardyggu menningarmálini hava fleiri mál, sum viðvíkja lívmargfeldi, og niðanfyri vilja vit stutt sitera nøkur av deilmálunum í burðardyggu menningarmál 15, ið viðvíkur lív á landi.

  • Deilmál 15.1: Fyri 2020 at tryggja varðveitslu, endurskapan og burðardygga nýtslu av vistskipanum á landi og í feskvatni og teirra veitingum, serstakliga skógum, mýrilendi, fjøllum og turrlendi, í samsvari við skyldur sambært altjóða avtalum.

  • Deilmál 15.5: Sum skjótast at fara undir týðandi tiltøk at tálma oyðingini av natúrligum bú- og gróðrarøkjum, steðga lívmargfeldismissi og fyri 2020 at verja og forða fyri, at hótt sløg verða týnd.

  • Deilmál 15.9: Fyri 2020 at flætta virði í vistskipanum og lívmargfeldi upp í lands og staðbundnar ætlanir, menningartilgondir, í átaksætlanir at minka um fátækt og í greiningar.

  • Deilmál 15.a: Fáa til vega og økja munandi um fíggjarliga tilfeingið frá øllum keldum at varðveita og á burðardyggan hátt nýta lívmargfeldi og vistskipanir.

Føroyar hava lítlan ella ongan framburð gjørt í málinum um at varðveita lívmargfeldi á landi, í vatni ella í sjónum, ella á annan hátt at nærkast teimum náttúrugrundaðu burðardyggu menningarmálunum, eiheldur tey deilmálini sum skuldu verið rokkin áðrenn 2020. Tað er stórur tørvur á, at fáa gjørt eina samlaða ætlan yvir náttúruvirði okkara, so at økir við stórum og/ella serligum náttúruvirðum kunnu verjast á ein betur hátt.

Á hendan hátt vil tað í framtíðini bera til at byggja út við grønari orku, uttan at týdningarmiklir partar av føroysku náttúruni oyðileggjast.

Føroya Fuglafrøðifelag vil sterkt mæla til at:

1. Ætlanir um vindmyllulund í Klivaløkshaga verða niðurlagdar.

2. Náttúruvirðini í øllum økjum, ið kunnu vera aktuel fyri vindmyllubygging verða kannaði gjølla skjótast møguligt.

3. Gongd verður sett á eitt heildaryvirlit yvir náttúruvirðir fyri alt Føroyar, har land, kommunur og privat skulu taka fyrivarni fyri hesum yvirliti tá ætlanir vera gjørdar um eitthvørt slag av útbygging, herundir bygningar, vegir, vindmyllur, avveitingar, o.s.fr.

Nevndin í Føroya Fuglafrøðifelag