Fuglafjarðar sløkkilið fær nýggjan brandbil í 2025

Bilurin er útgjørdur við nýmótans klippiútgerð, 3000L tanga, vatnkanón, spælið, skúmanleggið og aðrari hentari útgerð

Fuglafjaðar kommuna
19. september 2024 kl. 22:55

Í samband við at Fuglafjarðar býráð hevur sett pening av á fíggjarætlanini fyri 2024 til ein nýggjan brandbil, hevur Fuglafjarðar sløkkilið skrivað kontrakt við Hauberg Technique A/S, um veitan av nýggjum brandbili. Hesin kemur at avloysa 35 ára gamla brandbilin hjá Fuglafjarðar sløkkiliðið. Talan er um ein Volvo FMX 4x4 við 540hk. Bilurin verður uppbygdur hjá WISS í Polen og endaliga liðugtgjørdur hjá Hauberg Technique A/S í Danmark.

Bilurin er útgjørdur við nýmótans klippiútgerð, 3000L tanga, vatnkanón, spælið, skúmanleggið og aðrari hentari útgerð.

Átaksleiðarin sigur, at bilurin verður leveraður frá Volvo til uppbyggjaran í februar 2025, so spennandi verður at fylgja gongdini, inntil hann verður leveraður hjá sløkkiliðnum seint á sumri 2025.