Fuglafjarðar kommuna fer nú at viðgera dómin

Fuglafjarðar kommuna fer at viðgera dómin um loðsflutning í Fuglafirði, sum í dag er staðfestur í Landsrættinum

(Mynd: fuglafjordur.fo)
Sigurjón Einarsson
1. desember 2022 kl. 16:35

Landsrætturin feldi í dag dóm í málinum um loðsflutning ímillum Fuglafjarðar kommunu og Kappingarráðið.

Fuglafjaðrar kommuna fekk ikki viðhald í klaguna, at Kappingarráðið skuldi viðurkenna, at Fuglafjarðar kommuna ikki hevði skúgvað til viks § 11. Stk. 1 í Kappingarlógini (um forboð móti at misnýta eina ráðandi marknaðarstøðu).

Fuglafjarðar kommuna sigur seg nú fara at viðgera dómin, men eisini hvussu loðsflutningurin frameftir skal skipast, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.