FSF vrakar HM annað hvørt ár

Ætlanirnar hjá Fifa at halda HM annað hvørt ár fáa ikki góða undirtøku hjá norðurlendsku fótbóltssambondunum, ið hava kjakast um evnið á fundi. Ætlanin ger seg millum annað inn á EM, siga sambondini.

Steinar Patursson
20. oktober 2021 kl. 06:54

Saman við fótbóltssambondunum fyri hini norðurlondini er Fótbóltssamband Føroya komið til ta niðurstøðu, at tað er ikki ráðiligt at halda HM endaspæl annað hvørt ár.

Tað er greitt, eftir at norðurlendsku fótbóltssambondini vóru á fundi í Keypmannahavn farna fríggjadag.

Tað hevur verið á lofti í altjóða fótbóltssamgonguni Fifa at halda HM annað hvørt ár ístaðin fyri fjórða hvørt ár, sum tað verður í løtuni. Norðurlendsku fótbóltssambondini meta kortini, at hetta fer at hava við sær fleiri neiligar fylgjur, og í felags skrivi vísa norðurlendsku fótbóltssambondini tí á, at:

– Tað vera fleiri dystir til landsliðsspælarar, ið frammanundan eru undir stórum trýsti

– Hetta fer at hava kollveltandi fíggjarligar avleiðingar, umframt víðfevndar fylgjur fyri verandi skipan av dystum

– Tað verður oyðileggjandi fyri eina kapping, í hesum føri EM fyri menn og kvinnur, ið frammanundan virka væl

– Vit kunnu ikki vænta, at feløg vilja leysgeva spælarar til bæði EM- og HM-undankappingardystir

- Um ein meiriluti í FIFA ger av, at HM skal vera annaðhvørt ár, mugu norðurlendsku fótbóltssambondini umhugsa tiltøk og mannagongdir, sum eru nærri okkara grundleggjandi virðum, í mun til uppskotið, at spæla HM annaðhvørt ár, stendur fyri, skrivar Fótbóltssamband Føroya.