Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, FSF, staðfestir í samrøðu við Dimmalætting, at tey ikki hava fingið nakra kæru í sambandi við hendingarnar á býtúrinum hjá Mikkjali Thomassen leygarkvøldið 17. september og út á náttina.
Men sambært aðalskrivaranum er tað eisini ivasamt, um FSF ger nakað við málið, hóast tað skuldi komið ein kæra um atburðin hjá KÍ-venjaranum, tí talan er ikki um nakað, ið er hent í fótbóltshøpi.
- Øll mál, sum koma inn, verða viðgjørd, men FSF hevur ikki heimild at agera í náttarlívinum, og vit kunnu ikki fara at døma í málum, sum ikki hava gingið fyri seg innan fyri tær fýra strikurnar á vøllinum, sigur Virgar Hvidbro.
Í aðrari grein her á dimma.fo kann lesast, at tað millum annað var ein dómari í Betri Deildini, sum Mikkjal Thomassen hevði lagt á við ókvæmisorðum og knýttum neva. Virgar Hvidbro svarar tó ikki beinleiðis upp á spurningin, um ein slíkur tilburður kann ávirka viðurskiftini millum dómara og venjara, skuldi sami dómari dømt dyst við Mikkjali Thomassen aftur.
- Eg veit ikki, hvønn dómara talan er um, men tá talan er um harðskap í býnum, er talan um politimál, sigur Virgar Hvidbro.