- Loynidómurin aftanfyri ein góðan og væl smakkandi fisker, at man varðveitir góðskuna í øllum liðum. Allan vegin. Frá tí at fiskurin kemur umborð og heilt til at hann endar á tallerkinum hjá brúkaranum. Bara eitt mistak onkustaðni í ketuni ávirkar góðskuna. Eydnast tað hinvegin at ansa væl eftir fiskinum allan vegin, so hevur allur fiskur eina fantastiska góðsku, eisini tann frysti.
Tað sigur Svein Kristian Stormo, sum er granskingarleiðari hjá Nofima, sum er ein matvørugranskingarstovnur, sum norski staturin eigur meirilutan av.
Danski miðilin fiskerforum.dk skrivar um evnið um vikuskiftið, men upprunagreinin stóð á norsku granskingarheimasíðuni forskning.no fyrst í hesum mánaðinum.
Granskingarverkætlanin, sum eitur Fresk, vísir, at tað, sum fyrr hevur verið hildið at vera tað rætta, nú ikki er gott nokk kortini. Tað er greitt, at tað at frysta fisk ávirkar góðskuna á fiskinum, tí ískrystallini ávirka vøddarnar í fiskinum. Men henda seinasta granskingarverkætlanin vísir, at tað ber til at minka skaðan.
- Bæði vinnan sjálv og í heimunum kring knøttin hevur tað verið vanligt at frysta fiskin niður til 18-20 stig. Men hetta er ikki optimalt, tí úrslitið verður munandi betur, um fiskurin verður frystur niður til ímillum 20 og 40 stig, skrivar forskning.no.
Tað er vatnið í fiskinum, sum er orsøkin til skaðarnar. Og tað er spurningurin um, hvussu væl fiskurin klárar at halda uppá vætuna, sum er avgerðandi fyri góðskuna.
Har er tað ávirkan av krystallunum, sum er avgerandi fyri, hvussu fiskurin sær út, tá hann antin skal gerast til.
- Fiskurin missur vætu, tá hann verður tiðnaður, men tað er ikki bara sjálv frystitilgongdin og tiðningin, sum avgerð, hvussu nógv væta hvørvur. Fiskurin sjálvur verður ávirkaður í frystiboksini, og har eru tað krystallini, sum ávirka musklarnar, so teir ikki klára at halda uppá vætuna. Tá fiskurin verður goymdur við minus 20 stig, er nevniliga ikki øll vætan fryst. Eitt sindur liggur ímillum ískrystallini og tað ger, at hesi blíva størri. Og jú størri krystallini eru, jú størri skaða gera tey á vøddarnar og tað ger, at meira væta hvørvur, sigur Svein Kristian Stormo við forsking.no.
Ein annar faktorur, sum ávirkar, er hvussu skjótt fiskurin verður frystur. Og sambært norsku granskarunum skal tað bara ganga skjótt.
Eisini hevur góðskan á fiskinum nógv at siga. Er talan um góðan fisk, sum verður væl hagreiddur, og frystur uppá rættan máta, so er hann eisini góður, tá hann kemur út aftur úr frystiboksini. Men er hann ringur, ja, so skal man lata vera við at frysta og tiðna hann fyri at fáa hann betur, tí tað hendir ikki, siga granskararnir.
- Tí snýr tað seg um at hugsa um góðsku allan vegin ígjøgnum. Eisini á fiskifeltinum. Tað snýr seg ikki bara um at fiska mest møguligt, men best møguligt, sigur Svein Kristian Stormo.
Øll greinin – og granskingarfrágreiðingin - kann lesast her.