Leikstjórin svarar spurningum um, hvørt Elsa í Disney teknifilminum “Frozen” fer at fáa eina unnustu í komandi filminum.
Tá filmurin “Frozen” varð givin út í 2013, fekk hann nógv rós fyri at vera LGBT-sinnaður, tí at nógv skiltu Oscar-vinnandi sangin “Let it Go” (Lat tað fara), at snúgva seg um at koma úr skápinum. Tá ætlanirnar um ein “Frozen 2” vórðu kunngjørdar, byrjaðu fjepparar átakið #GiveElsaAGirlfriend (Gev Elsu eina unnustu).
Idina Menzel, ið leggur rødd til Elsu á enskum, sigur, at hon fegnast um, at tosað verður um møguleikan.
“Vit hava nógv prát um, hvaðar vit skulu fara við hesum, og eru øgiliga samvitskusom um hetta,” sigur Jennifer Lee, ið arbeiðir við “Frozen 2” sum handritahøvundur og leikstjóri.
“Eg elski alt, ið fólk siga og hugsa um film okkara. At tað skapar ein dialog, og at Elsa er ein frálíkur persónur, sum hevur so nógv at siga fyri so nógv fólk. Tað hevur stóran týdning fyri okkum at vit eru partur av hesum kjakinum”, segði Jennifer Lee í samrøðu við Huffington Post í síðstu viku í sambandi við nýggja film hennara “A Wrinkle in Time”, tá hon varð spurd, hvat hon helt um hugskotið við at geva Elsu eina unnustu.
“Fyri meg er tað soleiðis, at Elsa hvønn dag sigur mær hvaðar hon ætlar sær at fara, og tað fer hon at halda fram við. Eg hugsi altíð mest um persónarnar, tá eg skrivi, og hvar Elsa er í lívinum, og hvat hon fæst við; tað sigur hon mær hvønn dag. Vit fáa at síggja, hvussu leikur fer.”
Í 2016 segði Alexis Moncada, ið gjørdi hashtaggið #GiveElsaAGirlfriend við NBC News:
“Vit síggja prinsar og prinsessur, ódjór og kvinnur, kvinnur og froskar… tó ongar kvinnur, ið elska aðrar kvinnur?”
Disney hevur fyrr víst samkynd fólk í filmum sínum. Millum annað í “Beauty and the Beast” frá 2017, har LeFou sæst dansa við einum øðrum manni.
Disney fjepparar hava eisini undrast á, um man í filminum “Finding Dory”, ið kom út í 2016, sær tvær samkyndar kvinnur. Til hetta hevur leikstjórin Andrew Stanton sagt, at “tær kunnu vera tað, tit vilja hava tær at vera.”
Nýggi filmurin hjá Jennifer Lee, “A Wrinkle in Time” har bæði Oprah Winfrey og Reese Witherspoon spæla við, verður at síggja í biografum seinni í vikuni.
Eins og “A Wrinkle in Time” snýr “Frozen” seg um at viðurkenna seg sjálvan og at deila tað við onnur. Hetta evnið verður allarhelst eisini at síggja í “Frozen 2”, men um Elsa fær eina unnustu, má tíðin vísa.
“Frozen 2” verður væntandi at síggja í biografunum 27. november 2019.