Franski fótbóltsdómarin Stéphanie Frappart skrivaði í gjár søgu, tá hon sum fyrsta kvinnan stýrdi HM-dystinum millum Týskland og Kosta Rika í gjárkvøldið. Hetta er fyrstu ferð, at ein kvinnuligur fótbóltsdómari hevur dømt ein fótbóltsdyst til eitt HM-endaspæl hjá monnum.
38-ára gamla Frappart var ikki einsamøll kvinna á vøllinum í gjár, tí linjudómararnir vóru eisini kvinnur. Neuza Back úr Brasilia og Karen Diaz úr Meksiko vóru hjálpardómarar.
– HM-endaspælið við monnum er týdningarmiklasta ítróttarkapping í heiminum, hevur Stéphanie Frappart áður sagt, sambært Reuters.
Frappart sigur, at tað er vegna pápa hennara, at hon hevur fingið so stóran áhuga fyri fótbólti, og tríggjar ferðir hevur hon fingið heiðurin sum besti kvinnuligi fótbóltsdómari í heiminum.
Hevur dømt stórar dystir
Stéphanie Frappart hevur eisini gjørt vart við seg í fronskum og evropeiskum fótbólti.
Hon skrivaði seg í søgubøkurnar í 2019, tá hon gjørdist fyrsta kvinna at døma ein dyst í bestu fronsku fótbóltsdeildini, og sama ár dømdi hon eisini UEFA Super Cup-dystin millum Liverpool og Chelsea sama árið.
Í 2020 bleiv hon fyrsta kvinnan at døma ein Champions League-dyst hjá monnum, tá hon stýrdi dystinum millum Juventus og Dynamo Kyiv.
Tað eru í alt 36 fótbóltsdómarar til HM-endaspælið í Katar. Av hesum eru tríggjar kvinnur til staðar. Umframt Stéphanie Frappart, so eru hinar Yoshimi Yamashita úr Japan og Salima Mukansanga frá Ruanda.
Dysturin millum Týskland og Kosta Rika í gjárkvøldið endaði við 4-2 sigri til Týsklands. Men í hinum dystinum í bólkinum vann Japan 2-1 á Spania, og tað hevði við sær, at tað vóru Japan og Spania, sum spældu seg víðari til áttandapartsfinalurnar, meðan Týskland og Kosta Rika sótu eftir við Svarta Per.
Japan skal í sínari áttandapartsfinalu hitta Kroatia, meðan Spania og Marokko bresta saman.
/ritzau/Reuters