Tað er margháttligt, hvussu skjótt alt kann broytast. Tá kappingarárið fór á rull boðaði HB alment frá, at teir siktaðu móti FM-heitinum, men nú ein triðingur av kappingarárinum er leiktur, hoyrast aðrir tónar úr høvuðsstaðarfelagnum.
- Vit meldaðu út at okkara mál var at vinna FM, men vit kunnu sikkurt staðfesta, at tað verður einki FM í ár, soleiðis segði formaðurin í HB, Páll Mohr Joensen, fyrr í dag, tá vit á Dimmalætting prátaðu við hann.
Sambært Páll Mohr Joensen hava atfinningarnar mótvegis HB verið ov ógvusligar, hóast felagið liggur nummar fýra.
- Eg haldi, at krittikurin hevur verið ov harður, men vit mugu eisini vænta at slíkar atfinningar koma, tá vit sum felag alment boða frá, at vit vilja vinna FM. Tað snýr seg um, hvørjar væntanir felagið hevur til sín sjálvs. Til dømis halda nógv, at Víkingur hevur havt eitt framúr kappingarár higartil, men áðrenn 9.umfar var Víkingur fá stig frammanfyri HB.
- Fáa vit vind í seglini, so kunnu vit saktans gerast nummar tvey, leggur formaðurin aftrat.
Men í løtuni liggur HB ikki nummar tvey. HB hevur einans fingið 15 stig av 27 møguligum stigum. Hinvegin hevur oddaliðið, KÍ, vunnið 27 av 27 stigum.
- Í løtuni liggja vit á einum fjórðaplássi, sum gevur atgongd til Evropa. At enda á einum evropaplássi er altíð eitt krav fyri felagið, greiður formaðurin frá.
Eitt fjórða pláss gevur atgongd til Evropa, men hettar er langt frá upprunamálinum hjá felagnum, hvør er orsøkin til núverandi støðuna hjá HB?
- Eg veit faktisk ikki. Tað er ikki fyri at koma við umberingum, men eg havi eina kenslu av, at nógv tilvildarligt í dystunum hevur gingið ímóti okkum. Vit fingu eina góða byrjan, men so kom landsliðssteðgurin. Síðan landsliðssteðgin hevur støðan verið nakað heilt annað, millum annað fóru vit inná Toftir og fingu ein hepnan javnleik.
Undan kappingarárinum var ein trý ára sáttmáli gjørdur við Kim Engstrøm sum høvuðsvenjara. Út frá stigatalvuni ber til staðfesta, at fyrsta tíðin hjá honum í føroyskum fótbólti hevur verið alt annað enn løtt.
- Vit eru nøgdir við venjaran. Tað snýr seg ikki einans um úrslitini á vøllinum. Arbeiðið hjá Kim er meir umfatandi enn so. Tað snýr seg um gerandisdagin, venjingarnar og leikararnar. Vit eru væl nøgdir við arbeiðið sum Kim hevur gjørt rundanum vøllin. Tað hevur riggað væl.
Eru leikararnir eisini nøgdir við venjaran?
- Ja, tað eru teir. Sjálvandi eru tað leikarar sum kundu ynskt sær meiri spælitíð á vøllinum. Ein leikari sum Dan hevur havt ein minni leiklut í ár enn í fjør. Hann er sjálvsagt ikki nøgdur, men tað er eisini eitt gott tekin. Leikarar skulu vera ónøgdir, tá teir ikki fáa nóg mikið av leiktíð á vøllinum
Pengarnir, sum koma við atgongd til tær evropeisku kappingarnar eru altavgerandi fyri føroysku feløgini, serliga fyri tey sonevndu topp fimm feløgini. Í fjør hevði HB eitt lítið avlop uppá 390.000 krónur. Árið fyri hevði felagið eitt hall á tvær milliónir. Tískil er tað eisini altavgerandi fyri felagið fíggjarliga, at HB fær eitt evropapláss.
- Um vit ikki fáa atgongd til Evropa, so verður tað eitt øðrvísi HB, sum framyvir verður at síggja. So eri eg bangin fyri at ventilarnir mugu skrúvast fyri. Eitt felag sum HB kostar nógv. Vit hava lønarútreiðslur til leikarar, men eisini til fleiri venjarar sum arbeiða fulla tíð. Tað er soleiðis vit hava avgjørt at arbeiða. Í mun til fleiri onnur feløg, so satsa vit uppá eitt stórt og sterkt toymið, sum skal menna okkara egnu leikarar og ungdómar. Slíkt kostar nógv.
- Um vit ikki fáa atgongd til Evropa, so verður tað eitt øðrvísi HB, sum framyvir verður at síggja, leggur formaðurin í HB, Páll Mohr Joensen, aftrat at enda.
Nú ein triðingur av kappingarárinum er leiktur liggur HB nummar fýra við 15 stigum. Næsti dysturin hjá HB verður sunnudagin klokkan 15 á útivølli ímóti Skála.