Fríggjadagin 12. apríl klokkan 15 bjóðar Fróðskaparsetrið almenningi, vinnulívi og myndugleikum til ein læruríkan og kveikjandi fyrilestur um, hvussu vit á besta hátt gagnnýta vitlíki, men við skili.
Ein av fremstu knokkunum um okkara leiðir, tá tað ræður um vitlíki, er Jan Damsgaard.
Hann er cand.scient. í datalogi, phd. og professari á Institut for Digitalisering á CBS, hann er vísmaður í talgilding, útnevndur av Akademiet for de Tekniske Videnskaber, limur í Tikararáðnum hjá Dansk Erhverv, og so er hann eisini limur í Kappingarráðnum, sum fíggjargeirin hevur stovnað.
Harumframt er hann aktuellur við bókini AI mellem fornuft og følelse, har hópin av dømum eru um, hvussu vitlíki kann hjálpa privatum fyritøkum og tí almenna við málsviðgerð, HR-uppgávum, diagnostikki, samskifti og mongum øðrum.
Og nú hevur Fróðskaparsetrið boðið honum at halda almennan fyrilestur í Kongshøll fyri føroyska almenninginum.
Góður tænari, ringur harri
Fyrilesturin hjá Jan Damsgaard eitur Vitlíki - millum vit og kenslur, har hann fer at lýsa, hvussu nýggja tøknin brýtur mørk, sum áður vóru.
Við fyrilestrinum ætlar hann at geva luttakarunum eina skilliga innleiðslu til vitlíki, sum ikki bara avmystifiserar tøknina, men eisini vísir á risastóru menningarmøguleikarnar, sum hon ber í sær.
Partur av fyrilestrinum verður eisini um, hvussu týdningarmikið eitt hóskandi regluverk er, tá talan er um vitlíki, og Damsgaard sigur sína hugsan um, hvussu reglur kunnu hava hóskandi javnvág millum at stimbra nýmenning og at forða fyri mongu skuggasíðunum, sum vitlíki hevur. Við øðrum orðum: Hvussu heysta vit fyrimunirnar, samstundis sum vit handfara vansarnar og misnýtslu?
Um fyrilesturin sigur hann:
- Best er hjá øllum at fyrihalda seg til, at algoritmurnar hava fingið sæti í vinnulívinum, í tí almenna, í útbúgvingargeiranum, í heilsuverkinum, í heimum okkara - ja, í øllum samfelagnum og búskapinum.
Fyrilesturin, sum verður hildin á donskum máli, verður klokkan 15 fríggjadagin 12. apríl í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Høvi verður at seta spurningar.