Fróði framvegis formaður í FC Hoyvík

Nevndin fekk frá eykaaðalfundinum at finna tveir nevndarlimir aftrat teimum fimm, sum nú eru í nevndini

Jóannes Hansen
4. november 2024 kl. 20:36

28. oktober var eykaaðalfundur í FC Hoyvík. Á skránni var nevndarval, og nú hevur nýggja nevndin skipað seg. Fróði Danielsen var formaður, og Fróði Danielsen er framvegis formaður.

Í ásetingunum verður sagt, at tað í nevndini skulu vera millum fimm og sjey nevndarlimir. Tað eru fimm nevndarlimir, og eykaaðalfundurin gav nevndini heimild at vinna upp í tveir nevndarlimir aftrat.

Í nevndini eru Fróði Danielsen formaður, Beinir Fossádal, Poula Árnadóttir Lervig, Jan Vestergaard og Bjarni Beder.

Í ungdómsnevndini eru í løtuni fýra limir: Annika Poulsen, Annika Thomsen, Rógvi Weyhe og Jan Vestergaard.

Í felagnum er stórt virksemi millum børn og ung. Besta liðið hjá mannfólkunum flutti fyri stuttum niður úr 1. og í 2. deild, og kvinnuliðið royndi seg fyri fyrstu ferð í bestu deildini.

Sagt verður, at nevndirnar eru farnar undir at fyrireika næsta kappingarár.