Fróði er nýggjur á Svangaskarði

B68 hevur sett nýggjan hjálparvenjara

Tofta Ítróttarfelag
3 tímar síðan

B68 boðar í kvøld frá, at Fróði Clementsen verður nýggjur hjálparvenjari hjá besta liðnum.

B68 skrivar soleiðis:

Fróði, sum býr í Hoyvík, er hálvur nesmaður. Mamman er av Nesi. Tað var í B68, at Fróði spældi sínar fyrstu dystir í bestu føroysku deildini í 1999. Hann hevur leikt 164 dystir í bestu deildini og hevur vunni ”The dubble” bæði við B36 og EB/Str.

Í 2017-2020 var Fróði hjálparvenjari hjá Jákup Á Borg í B36. Fróði hevur eisini verið málmansvenjari í B36, og er í løtuni málmansvenjari hjá U17 landsliðinum.

Fróði avloysir Jákup R. Højgaard, sum var við í nýggja venjaratoyminum hjá A-landsliðnum seinastu 2 dystirnar. Jákup hevði havt áhuga at hildið fram sum hjálparvenjari, men av ymiskum orsøkum liggur tað ikki fyri.

B68 takkar Jákupi fyri góða samstarvið og ynskir Fróða at vera vælkomnum.