Frítíð og mentan til okkara ungu

Vit í Tórshavnar kommunu eru ríkað við alskyns tilboðum til okkara ungu, og er tað deiligt at síggja okkara ungu koma heim glað og spent at fortelja, hvat ið tey hava gjørt aftan á lokna venjing ella ítrív.

John av Reyni
29. oktober 2024 kl. 08:59

At sleppa at røra seg, menna seg og sleppa at vera í einum felagsskapi er fantastiskt. Sjálvsagt skulu øll okkara ungu hava hendan møguleikan, um tað so er judo, klatring, sangur, ljóðføri, hondbóltur, fótbóltur, svimjing, list ella okkurt heilt annað. Møguleikarnir eru har til ein og hvønn áhuga.

Fíggjarstøðan í einari familju skal ikki vera ein forðing fyri, um eitt barn ynskir at íðka ítrótt ella at ganga til eitthvørt ítrív.

  • Vit skulu bjóða okkara ungu frítíðarkort 

  • Tað skal vera lætt og ómakaleyst

Við at bjóða okkara ungu frítíðarkort geva vit teimum møguleikan til at mennast og styrkjast bæði kropsliga og í tí sosiala felagsskapinum.

Royndir úr okkara grannalandi Ísland vísa, at hetta er við til at styrkja tey og elvir til, at tey í størri mun ikki koma á skeivar leiðir við millum annað rúsevnum.

Samstundis er hetta eisini ein fíggjarligur styrkur, sum tryggjar okkara felagskapir, sum ótroyttandi bjóða okkara ungu venjingar og ítrív.

Trivnaðurin og felagsskapurin skal fevna um øll okkara ungu, og skal eingin setast aftur vegna væntandi fíggjarliga støðu.

Við javnaðarkvøðu

John av Reyni

Valevni hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu