Fríggjaði til sjeikin í australska tinginum

Ein politikkari í australska tinginum fríggjaði til sjeikin hjá sær, meðan lógin um samkynt hjúnarlag bleiv viðgjørd

Guðrun í Jákupsstovu
4. desember 2017 kl. 12:03

Fyri stuttum síðani fór málið um samkynt hjúnarlag til fólkaatkvøðu í Australia. Úrslitið av fólkaatkvøðuni var eitt greitt ja til at loyva samkyndum hjúnarlagi. Eftir hetta skuldi málið fyri australska tingið at blíva endaliga viðgjørt og samtykt.

Málið var fyri í australska tinginum herfyri, og meðan málið bleiv viðgjørt, valdi ein politikkari at taka orðið. Politikkarin, Tim Wilson, stóð á tingsins røðarapalli og nýtti tá høvið, at biðja sjeikin hjá sær um at giftast sær. Sjeikurin, Ryan Patrick Bolger, var í tingsalinum og nikkaði játtandi til spurningin. Lógvabrestirnir rungaðu um allan tingsalin.

Bæði samgongan og andstøðan atkvøddu fyri at loyva samkyndum hjúnarlagi. Nú skal lógin smíðast og roknað verður við, at nýggja lógin verður klár 7. desember. Tá verður Austrualia tað 26. landið í heiminum, ið loyvir samkyndum hjúnarlagi.

Síggj sjónbandið, har Wilson biðjur Bolger um at giftast við sær, í australska tinginum, her.