Friðarligt samdøgur hjá løgregluni
Hesar síðstu næturnar hava tey tikið pláturnar av fleiri bilum
Áki Bertholdsen
17. september 2024 kl. 08:54
Hetta seinasta samdøgurið hevur verið friðarligt hjá løgregluni. men bæði í nátt, og síðstu nátt hevur løgreglan tikið pláturnar av fleiri bilum, har eigarin skyldar vegskatt, ella trygging, ella er ikki møttur til sýn við bilinum.
Løgreglan sigur, at í gjár var eitt lítið ferðsluóhapp í Klaksvík, har ein bilur rendi út fyri ein annan. Bilarnir fingu nakað av skaða, men fólkaskaði var eingin.
Løgreglan sigur, at hetta verður viðgjørt sum eitt óhapp, har annar bilurin ikki helt víkiskylduna. Tá ið slíkt elvir til óhapp, er avleiðingin ofta, at bilførarin missur koyrikortið.