Friðargonga fyri Palestina í Havn í morgin

Millum røðararnar verða umboð fyri Amnesty og umboð fyri landsstýrið

Myndin er av Facebook
Áki Bertholdsen
4. oktober 2024 kl. 15:00

Í morgin, leygardagin 5. oktobur verður friðargonga og stuðulstiltak í Havn fyri Palestina.

Friðargongan byrjar klokkan 14 á Kongabrúnni í Havn og har eru øll vælkomin

Aftan á verður stuðulstiltak í Blábar við tónleiki, yrkingaupplestri og røðum og ein av fyrireikarunum, Sigmundur Mørkøre í felagsskapinum,

Samhugi við Palestina, vónar, at fólk eisini stuðla fíggjarliga, og tað, sum kemur inn, fer óskert til ein hjálparfelagsskap til frama fyri børn í Palestina.

Ætlanin er, at friðargongan fer av Kongabrúnni, niðan gjøgnum býin, eftir Tinghúsvegnum og síðan oman í Blábar, stuðulstiltak verður- og fyrireikararnir heita á fólk um at hava skelti og fløgg við

Røðarar verða  Nadia Abrahamsen, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum og Turið Maria Johansdóttir fyri Amnesty í Føroyum

Tey, sum fara at syngja og spæla, eru Aggrasoppar, Bartal Augustinussen, Guðrið Hansdóttir og Elin Brimheim Heinsesen

Marjun Syderbø Kjelnæs og Rannvá Holm Mortensen far at lesa yrkingar.

Tey heita eisini staðiliga á fólk um hvørki at blanda mótstøðu ímóti islam, ímóti jødadómi, ella rasismu, upp í tiltakið.