Fremsta danska fótbótlsdeildin broytir navn
Fremsta føroyska fótbóltsdeildin hevur í ár skift navn. Nú ger danska deildin tað sama.
Jákup Højgaard
14. februar 2018 kl. 09:35
Millum føroyingar er hon kanska kendast sum SAS-ligaðin. Soleiðis róptist hon tá Tódi Jónsson plagdi at skjóta mál fyri FCK. Seinastu árini hevur tryggingarfelagið Alka lagt navn til kappingina.
Tað verður broytt eftir hetta kappingarárið, skrivar DR í morgun.
"Tað er júst eftir ætlanini at vit gevast sum høvuðstuðil, tá sáttmálin gongur út. Vit eru glað fyri at hava givið okkara til danskan fótbólt. Samstundis er Alka blivið sjónligari." sigur Jacob Spangenberg, ið er ein av leiðarunum í Alka.
Um kappingin fer at hava ein høvuðstuðil, ella um fíggjarliga byrðan verður deild millum fleiri partar, er enn óvist.
Kelda: dr.dk