Í dag, mikudagin 23. oktobur eru 100 ár síðan Frelsunarherurin fór undir sítt virksemi í Føroyum og í tað verður hátíðarhildið við stórum hátíðarhaldi - og øll tiltøkini eru almenn.
Í hesum sambandi verður Frelsunarherurin í gongugøtuni í Havn ímillum klokkan 13 og 16 í dag, har eitt tjald verður sett upp og har høvið verður at at fáa eitt prát og ein drekkamunn við nýbakaðum vaflum. Hornorkestrið spælir og Heðin Mortensen, borgarstjóri heldur røðu.
Í sambandi við hátíðarhaldið eru blaðgreinar, ið áður hava verið prentaðar í norska blaðnum, Krigsråbet, umsettar til føroysk. Hesar verða givnar út í føroyskari serútgávu - Herrópið - Frelsunarherurin 100 ár.
Í morgin, hósdagin, verður fakligum evnisdagur um sosial viðurskifti, har ljós verður varpað á ymsar sosialar trupulleikar, og fyri at gera vart við, at øll eiga at hava virðilig lívskor. Men hóast tiltakið er alment, er tað kortini neyðugt at melda til.
Og fríggjakvøldið verður hátíðarmøti har høvuðstalarar eru kommandørarnir, Lisbeth og Knud David Welander.
Í sambandi við 100 ára stovningardagin verður nýggj sangbók givin út. Talan er um bók við 660 sangum við føroyskum teksti, nótum og akkordum.
Morgan Juel-Stavik hevur skrivað ein march til Frelsunarherin í Føroyum og hann verður frumframførdur á hátíðarmøtinum fríggjadagin.
Leygarkvøldið er felagssangur, sum verður ein sangferð ígjøgnum 100 ár og seinni leygarkvøldið er ungdómsmøti har Tina Mellem fer at syngja.
Sunnudag er sunnudagsskúli klokkan 11, har okkurt heilt serligt og stuttligt verður fyri børnini og sunnudagin er eisini halgunarmøti klokkan 11 og møti er aftur klokkan 17.
Nakrir av teimum mongu føroyingunum, ið eru farin uttanlands at arbeiða í Frelsunarherinum kring heimin, koma heim til hátíðarhaldið, herímillum eru Berit Kristiansen og Hákun Djurhuus Olsen, ið fara at tala á møtunum sunnudagin.
Eyfinn Joensen fer at syngja og eisini vera fleiri vitjandi úr Noregi, eitt nú korpsleiðarar, ið áður hava búð og arbeitt í Føroyum.
Í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið, er Frelsunnarherurin eisini heiðraður við einum nýggjum frímerki, sum Edward Fuglø hevur teknað, og sum Posta gevur út í dag.
Frelsunarherurin er ein altjóða evangelisk rørsla, har boðskapurin byggir á Bíbliuna og tænastan fær íblástur av kærleika til Gud. Frelsunarherurin sá dagsins ljós í London í 1865, men skjótt breiddi rørslan seg kring allan heimin og virkar í dag í 134 londum, sigur Frelsunnarherurin.
– Sereyðkenni fyri Frelsunarherin eru fólkini í herbúnum, horntónleikur, tann glaði sangurin og lívgevandi boðskapurin.
– Og úr samkomuarbeiðinum sprettir hjálpararbeiði, tí kristniboðanin og sosiala arbeiðið eru tvær síður av somu søk – og óloysiliga knýtt saman.
Sosiala arbeiðið er lagað til tørvin har tey eru, alt frá sjúkrahúsum, skúlum, barnagørðum, arbeiði millum børn og ung, neyðhjálpararbeiði og arbeiði millum heimleys.
Umframt at virka í Havn, hevur Frelsunarherurin hevur eisini eina samkomu í Vági, har virksemið byrjaði 9. november 1947.
Hesi seinastu árini hevur Frelsunarherurin savnað inn pening og varpað ljós á fátækadømi undir heitinum «Hjálpið okkum at hjálpa øðrum«. Jólahjálp verður veitt til umleið 200 familjum og fleiri eru, ið fáa hjálp ígjøgnum árið.
Eisini hevur Frelsunarherurin verið við til at varpa ljós á støðuna hjá heimleysum. Herbergið hjá Frelsunarherinum í Havn byrjaði 1. apríl 1998, og í dag fevnir arbeiðið um herberg, hitastovu og búfelagsskap.
Í juni 2017 lat Frelsunarherurin eisini ein viðgerðarstovn fyri ung upp á Eiði, hann nevnist Frælsi.
– Frelsunarherurin vil vera røddin hjá teimum veiku í samfelagnum – teimum, ið ikki hava eina rødd ella ikki verða hoyrd, siga tey í tíðindaskrivi.
So leingi kvinnur gráta,
sum tær gera nú, vil eg stríðast.
So leingi børn ganga svong,
sum tey gera nú, vil eg stríðast.
So leingi fólk ganga inn og út úr fangahúsum,
sum tey gera nú, vil eg stríðast.
So leingi nakar er bundin av trældómi,
so leingi tað finst ein misnýtt kvinna,
so leingi tað finst ein sál,
sum livir uttan Guds ljós, vil eg stríðast.
Eg vil stríðast til tað síðsta - til endan.
- William Booth 1912