Freistin at søkja starvsløn og íverksetanarstuðul nærkast

Freistin at søkja um starvsløn og íverksetanarstudning fyri 2022 er mikudagin 15. desember 2021 klokkan 23:59

Sigurjón Einarsson
9. desember 2021 kl. 12:12

Mentanargrunnur Landsins letur einaferð um árið stuðul til starvsløn og íverksetan. Í hesum sambandi minnir Mentanargrunnurin á, at freistin at søkja er tann 15. desember 2021 klokkan 23:59.

Starvsløn
Endamálið við starvslønum er at geva listafólkum, leik og lærd, og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi, arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði. Starvslønir kunnu latast í trý, eitt ár ella í ein til seks mánaðir.

Nevndin ger sjálv av, hvussu nógvar starvslønir verða latnar.

Játtanin er 3,1 milliónur krónur.

Íverksetanarstuðul
Stuðulin er serliga ætlaður ungum evnaríkum listafólkum at menna teirra skapanarhug, og at koma víðari við teirra listaliga arbeiði. Søkt kann verða til námsferðir, tilfar, leigu av atelier við meira.

Nevndin avger sjálv, hvussu nógvir íverksetanarstuðlar verða latnir, bert fýra umsøkjarar kunnu fáa stuðulin.

Stuðulin kann bert latast sama umsøkjara tvær ferðir. Stuðulin er 75.000 krónur.

Góð ráð, tá tú skrivar umsóknir
Send umsóknina inn í góðari tíð. Tað er umráðandi at tíðarfreistin verður hildin – tað vil siga innan klokkan 23.59 ásetta dag. Oftani er stórt trýst á skipanini í evstu løtu, tí fleiri senda samstundis. Skilagott er at lesa talgilda oyðublaðið, og skriva innihaldið á einum skjali fyri seg, ið síðani verður flutt inn í talgilda umsóknarblaðið. Tað er ein treyt fyri viðgerð, at umsóknin verður latin inn á talgilda umsóknarblaðnum. Tú fært eina váttan um, at umsóknin er móttikin. Um tú ikki fært eina váttan, set teg so í samband við skrivstovuna.

Um tekniskir trupulleikar stinga seg upp, er altíð eitt kopi tøkt á egnari teldu. Hav alt tilfarið klárt, áðrenn tú skrivar inn á umsóknarblaðið, eisini fylgiskjølini.

Legg til merkis, at tú hevur sjálv/ur ábygd av at umsóknin er rætt útfylt, og at allar neyðugar upplýsingar eru tøkar hjá nevndini at taka endaliga støðu til tína umsókn.

GG! Umsóknir, ið eru latnar inn eftir at freistin er úti, verða ikki viðgjørdar.

Talgildar umsóknir
Umsóknir til Mentanargrunnin skulu sendast talgilt. Umsóknir, ið eru sendar við posti, telduposti ella bornar á hurðina koma ikki upp á tal, sigur Mentanargrunnurin.

Umsóknarbløðini eru HER.