Tað gekk væl hjá føroyingunum í steypaumfarinum í norskum fótbólti í kvøld.
Við Mikkjali Thomassen við róðrið vann Fredrikstad 10-0 á útivølli ímóti Drøbak-Frogn úr fjórðbestu deildini. Fredrikstad var á odda 4-0 í steðginum, og Brandur H. Olsen, sum var millum teir fyrstu ellivu, skoraði við brotssparki málið til 3-0. Jóannes Bjartalíð var ikki á listanum í kvøld.
Heri Hjalt Mohr var millum teir fyrstu ellivu hjá Strømmen, sum er í triðbestu deildini, og vann 4-2 á útivølli ímóti Gjelleråsen, sum spælir í fjórðbestu deildini.
Gullbrandur í Horni Øregaard var við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Sandnes ULF, ið spælir í næstbestu deildini, vunnu 3-1 á Brodd úr fjórðbestu deildini.
Meinhard E. Olsen er av álvara komin fyri seg eftir langan skaðasteðg. Hann varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, tá ið hann og liðfelagarnir í Mjøndalen, sum spæla í næstbestu deildini, á útivølli vunnu 3-0 á Ørn Horten úr triðbestu deildini.
17 ára gamli Aron Benjaminsen var í hópinum hjá Kristiansund í bestu deildini. Kristiansund vann á útivølli 2-1 ímóti Brattvåg, sum spælir í triðbestu deildini.
Noah Mnenéy og liðfelagar hansara í Bryne fara í morgin klokkan 17 at spæla móti Forus og Gausel. Noah og teir eru í næstbestu deildini og Forus og Gausel er í fimtbestu deildini.