Franskir sjampanjuframleiðarar hava endað eitt fyribils boykott av russiska marknaðinum, og fara nú aftur at útflyta kend sjampanjusløg sum Moët & Chandon, Dom Pérignon og Veuve Сlicquot.
Sjampanjuframleiðararnir hava nú givið seg, og fara nú at halda seg til russisku lóggávuna, har fronsk sjampanja verður lýst sum brúsandi vín í Russlandi. Bert brúsandi vín, ið er framleitt í Russlandi, kann verða nevnt fyri sjampanja í Russlandi.
Comité Interprofessionnel du Vin de Champagne (CIVC), ein samgonga av fronskum sjampanjuframleiðaranum, avgjørdu í síðstu viku at strika boykottið móti at útflyta til Russlands, og noyðast tí at bíta stoltleikan í seg og klistra “brúsandi vín” á sínar sjampanjufløskur, sum skulu á russiska marknaðin.
Tað var í summar, at nýggj russisk lóg kravdi, at útlendskir framleiðarar av sjampanju skuldu skriva “brúsandi vín” á baksíðuna á teirra fløskur, ið fekk øði í fronsku sjampanjuframleiðararnar, sum vildu hava franskar og ES-diplomatar at arbeiða fyri, at russiska lógin varð broytt aftur, men hetta sær ikki út til at hava borið á mál, og tí hava fronsku framleiðararnir nú valt at geva seg.