Franski vinurin hjá Putin mælir til at enda kríggið í Ukraina

Gérard Depardieu, sum er góður vinur hjá Putin, mælir nú alment til, at kríggið í Ukraina heldur uppat

(Mynd: Wikipedia Commons)
Sigurjón Einarsson
5. mars 2022 kl. 10:30

Gérard Depardieu, ein franskur sjónleikari, ið er kendur fyri sítt tætta og góða samband við russiska forsetan, Vladimir Putin, og sum eisini er russiskur ríkisborgari, skrivar á sínum Instagram-vanga, at honum hóvar ikki hernaðarligu álopini í Ukraina.

– Russland og Ukraina hava altíð verið brøðratjóðir. Eg eri ímóti brøðrakrígnum, sigur franski sjónleikarin við AFP-tíðindastovuna og seinni eisini á sínum Instagram-vanga.

– Leggið vápnini og samráðist, leggur Depardieu afturat.

Depardieu hevur eisini gott samband við forsetan í Belarus, Alexander Lukasjenko og kekenska leiðaran Ramzan Kadyrov. Áður hevur franski sjónleikarin eisini møtt kubanska leiðaran Fidel Castro og leiðaran í Norðurkorea, Kim Jong-un.