Í einari samrøðu, sum Frans pávi hevur gjørt við tað spanska tíðindablaðið ABC, sigur Frans, at hann handaði kardinalinum, Tarcisio Bertone, eitt uppsagnarbræv stutt eftir, at hann varð valdur til páva. Síðan sigur hann, at hann væntar, at kardinalurin, Pietro Parolin , hevur brævið í varðveitslu nú. Frans pávi skrivaði uppsagnarbrævið, um so varð, at heilsan fór at bila, tí hann vildi tryggja sær, at tann katólska kirkjan ikki skuldi hava ein páva, ið ikki kundi røkja sínar skyldur av heilsuávum.
Í gjár, leygardagin tann 17. desembur, fylti Frans pávi 86 ár. Í fjør var hann skurðviðgjørdur og hevur verið sæddur í einum rullistóli orsakað av pínu í knøunum. Heilsustøðan er tíbetur so mikið batnað, at hann nú klárar seg so mikið væl, at hann bert brúkar stav, tá ið hann er í tænastu. Tá ið Frans tosaði um rørslu og at klára at flyta seg, segði hann: Ein stýrir við høvdinum og ikki knøunum.
Undanfarni pávin, Bænadikt XVI, var tann fyrsti pávin seinastu 600 árini, sum hevur sagt kallið frá sær. Hetta gjørdi hann, tí at hann helt, at hann megnaði ikki at røkja uppgávuna sum pávi orsakað av aldurdóminum.