Tað hevur gingið alt annað enn væl hjá Everton hetta kappingarárið. 15 stig eftir 20 dystir hevur úrslitað í einum 19 plássi fyri Everton.
Hetta er næstvánaligasta úrtøkan í søgu felagsins. Nú hevur leiðslan í The Toffees sæð nokk og vánaliga gongdin fær avleiðingar.
Avleiðingin er, at felagið hevur valt at slíta sáttmálan við Frank Lampard. Tað boðar felagið frá á teirra heimasíðu.
Leygardagin tapti Everton 2-0 á West Ham, sum heldur ikki hevur klárað seg væl í ár. Tapið hevur eftirfylgjandi verið dropin, sum fekk bikarið at flýta yvir.
Nú skal Everton leiðslan finna ein nýggjan venjara og gitingarnar eru nógvar. Fyrrverandi Wolverhampton og Tottenham venjarin Nuno Espirito Santo er eitt boð. Nøvn sum eisini verða sett í samband við Everton venjarastarvið eru Marcelo Bielsa, Sean Dyche og Ralph Hasenhüttl.