Tað var ein framúr góð avgerð, at fara oman á Reinsaríið at lurta eftir teimum trimum tónleikagubbunum úr Klaksvík seinasta fríggjakvøld.
Frændur, ið vóru væl bakkaðir upp av Kim Hansen á klaveri, James Olsen á trummum og slagverki og Jóhannusi á Rógvu Joensen á bassinum, gjørdu hetta kvøldið til eitt, fyri mítt viðkomandi, eitt av teimum heilt ógloymandi tónleikakvøldunum.
Tað er ikki oftari enn so, at ein konsert fer heilt inn á bein alt fyri eitt. Onkuntíð kennist løtan væl, meðan tónleikurin ljóðar, ella ein partur av tónleikinum ljóðar øgiliga væl, aðrar tíðir má man bíða nakrar tímar ella ein dag ella tveir, áðrenn alt botnfellir, og so er samanumtøkan at talan var altso um eina góða – ella ok – konsert.
Men tað var ikki kenslan, tí longu frá byrjan kendi eg á mær, at hetta fór at vera nakað heilt fyri seg.
Snillingar allir samlir
Eg seti meg ikki føran fyri at eftirmeta tann tekniska partin av tónleikaavrikinum hjá teimum seks á pallinum.
Tó fari eg at loyva mær at geva eina samlaða meting av, at avrikið var gott og væl góðkent, tí í mínum oyrum ljóðaði spælið, og ikki minst samanspælið, einastandandi væl. Men hví skuldi tað ikki tað. Tí manningin er tikin úr leikum at spæla tónleik, spyrt tú meg.
Eyðun og Rani Nolsøe duga øgiliga væl at handfara ein gittara, og tað sama kann sigast um hinar tríggjar tónleikararnar. Fáur man duga líka væl sum Kim Hansen at spæla uppá tangentar, og so hevur hann eitt óalmindiliga lætt og hugaligt sinni.
Tað sama má sigast um James Olsen, sum hevur eina sjálvsironi sum er ótrúliga ring at taka, og so torir hann eisini at brúka hana alment. Tað gav at býta, tá Eyðun og Steintór tosaðu so leingi sína millum um hundin brúna, meðan James, ið sum kunnugt er døkkari á liti enn flestu aðrir føroyingar, sat og eygleiddi og lurtaði.
Tá tað ongan enda tók lat í honum nakað í tann rætning, at nú byrjaði hann at føla seg illa, og so brast allur salurin út úr at flenna.
So er tað Jóhannus á Rógvu, ið uppá sín sannførandi máta stýrdi bassinum, sum hann so mangan hevur gjørt áður, og so var tað sjálvandi Steintór, sum sang nógvar av sangunum.
Eg havi tað eitt sindur við Steintór, sum eg hevði tað við Bjørn Afzelius. Hann var kanska ikki heimsins besti sangari, men hann hevði eina fantastiska rødd, sum bara tó meg fullkomiliga á bóli. Og soleiðis var tað eisini við forsangaranum í Frændum fríggjakvøldið. Hann rakti plett, akkurát sum allir hinir gjørdu.
Ein hittparada
Tað allarbesta við konsertini fríggjakvøldið var, at teir tríggir høvdu gjørt av, at áhoyrararnir skuldu fáa tað, sum teir vóru komnir eftir.
Tí høvdu teir “leinað” øll tey góðu løgini upp, og tey spældu teir, eitt fyri og annað eftir.
Við hava prentað settlistan á hesum síðum fyri at vísa, hvat áhoyrararnir fáa, og tann sum ikki kennir sangirnar á hasum listanum er føddur í gjár!
Alt, sum teir grýttu í høvdið á okkum hetta frálíka kvøldið, var gott, tí tey vóru har øll, hittini frá tá.
Teir byrjaðu við seks løgum av fyrstu fløguni “Saman við tær”, sum kom út í 1984, og tað var tað sum skuldi til. Har var einki tvætl, bara beint á við øllum hittunum, og so sótu vit øll og sjangraðu – ella sjengraðu, sum vit søgdu á Skálafjørðinum – við.
Sjálvandi ljóðaði tað ikki heilt sum á fløguni, men tað skal ikki á nakran hátt skiljast negativt, tí hetta var eitt fantastiskt alternativt.
Tað er einki at siga til, at fjøldin var komin meira ella minni uppá kók, tá vakri sangurin Saman við tær tók pulsin eitt pinkalítið sindur niður, áðrenn farið var í holt við tey næstu fimm løgini, sum vóru av fløguni Frændur 2, sum kom í 1986.
Her var Føroyar fyrsta lagið, og so sat aftur alt og sang við av lívsins kreftum.
Lætt spæl
Fyri teir tríggjar høvuðsmenninar aftanfyri Frændur má kvøldið á Reinsarínum – og ivaleyst tað í Mentanarhúsinum í Fuglafirði tríggjar vikur frammanundan, hava verið ein rímiliga serstøk uppliving.
Ikki tí, teir hava verið so nógvar ferðir runt landið, og vita til húðleysheit, at hvørt mansbarn dugir so at siga hvønn einasta av teirra sangum, men kortini má tað vera ein fragd at kunna standa á einum palli og fáa so góðan stuðul frá fjøldini.
Ja, teir hava lætt spæl, tí tónleikurin hjá bólkinum er vorðin fólkaogn, og so kunnu tey tónleikaklóku annars halda tað um hann sum tey vilja.
Tað stutta av tí langa er, at tónasmiðirnir í síni tíð hava rakt seymin á høvdið, og teir raktu so væl, at sjálvt yngru ættarliðini taka teir til sín.
Farið!
Skal eg taka samanum konsertina á Reinsarínum seinasta fríggjakvøld, so er hetta sum sagt ein av teimum heilt góðu konsertunum, sum eg havi verið til.
Av góðum grundum veit eg ikki, hvussu konsertin í Mentanarhúsinum var, men hendan er avgjørt nóg mikið til at eg mæli teimum, sum dáma Frændur og teirra tónleik, til at fara.
Skal eg koma við onkrari viðmerking til settuppið, so er tað bara, at Steintór gott kundi verið farin av pallinum, tá hann ikki sang. Hann sat bara har og sá eitt sindur malplaseraður út, men, sum hann sjálvur segði, hann vildi vera saman við hinum á pallinum allatíðina – tí hann vildi njóta løtuna.
Akkurát tað skilji eg so sera væl, tí vit nýttu eisini løtuna. Til síðsta tóna…
---
Frændur á Reinsarínum - settlisti:
Saman við tær (1984)
01: Hví situr tú so
02: Minnist tú gildið
03: Brennivínsvinir
04: Hundurin Brúni
05: Lívsmynd
06: Saman við tær
Frændur 2 (1986)
07: Føroyar
08: Bløðini spretta
09: Eros
10: Zelot
11: Á, um vit
80’ini (1988)
12: 80 ini
13: Dupultsong
14: Millum mussarnar
Mítt land (1992)
15: Mítt land
Frændur V (2009)
16: Gyðja
17: Tað besta til tín
Eykaløg úr okkara soloútgávunum:
Kanst tú siga farvæl (Steintór) (1998)
Ókendar leiðir (Rani) (2019)
Dansa (Eyðun) (2009)
Bonus: Sangur til frælsi (2000)