Framyvir verða trý sløg av ferðaseðlum við Strandferðsluni

Summi skulu rinda minni og summi skulu rinda meiri - men tað er ikki semja um ætlanina

Áki Bertholdsen
4. oktober 2024 kl. 08:50

Strandferðslan arbeiðir framvegis við at gera eina nýggja prísskipan fyri ferðaseðlar. Tað segði Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú Løgtingið viðgjørdi fíggjarlógina fyri í ár.

Fyri einum ári síðani varð eisini roynt at seta eina prísskipan í niður, men tann ætlanin varð skotin niður.

Tá var endamáli, at tey, sum búgva á útoyggj, skuldu ferðast væl bíligari enn í dag, men hjá teimum, sum búgva á meginlandinum, skuldi ferðseðilin verða eitt sindur dýrari og hjá útlendingum skuldi tað vera upp aftur dýrari.

Men tað vildu fleiri tinglimir ikki góðtaka, heldur ikki tinglimir í samgonguni, so tann ætlanin varð løgd í grøvina.

Men ætlanin at fáa eina nýggja prísskipan, varð ikki slept og Dennis Holm sigur, at Strandferðslan er á veg við eini eini nýggjari ferðaseðlaskipan og eini nýggjari prísskipan, segði hann.

Hann sigur, at hjá teimum, sum ferðast sjáldan, fer tað at verða eitt sindur dýrari, men so verður ein avsláttarskipan gjørd fyri tey, sum sigla heilt ofta, eitt nú aftur nú aftur og fram í sambandi við arbeiði, so hjá teimum verður tað bíligari.

Men harafturat verður ein serlig prísskipan fyri útlendsk ferðafólk, har ferðaseðilin verður dýrari enn hann er nú.

Landsstýrismaðurin vísir á, at frammanundan er tað føroyski skattgjaldarin sum rindar ein stóran part av kostnaðinum fyri at reka skipini hjá Strandferðsluni og bussarnar hjá Bygdaleiðum.

Og politiskt hevur fleiri ferðir verið nevnt, at føroyski skattgjaldarin eigur ikki at rinda fyri at útlendingar kunnu ferðast bíliga í føroyum

Men tað eru ikki øll, sum taka undir við hesum. Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, skilur ikki hví arbeitt verður við eini fløktari skipan við trimum prísum har fólk mugu hava pass, ella samleikapappír uppi á sær fyri at fáa ein ferðaseðil.

Hann mælir heldur til at vit fáa eina rættiliga einfalda skipan, har eitt ferðaavgjald verður lagt á fólk, sum koma til Føroya við flogfari og skipi - og so er tað avgreitt.

Tað er ein einføld skipan, har alt verður kravt inn á einum staði tá ið fólk koma til Føroya, sigur hann.

Eisini Jacob Vestergaard, og onkur onnur tingfólk, taka ikki undir við, at munur verður gjørdur á fólki