Framvegis færri starvsfólk í starvi

Talið av starvsfólkum er framvegis langt frá støðinum, sum var áðrenn korona

Bryndis Hjartardóttir
11. juni 2020 kl. 11:03

Talið av løntakarum er framvegis langt frá støðinum, sum var áðrenn korona.

Hesa vikuna er Hagstovan komin við fleiri uppgerðum, sum allar geva greiðar ábendingar um hvaørjar ávirkanir korona hevur havt á samfelagið.

Nýggjasta uppgerðin vísir, at løntakaratalið í mai, framvegis er langt frá tí tað var áðrenn korona gjørdi um seg. Tá vísa tølini frá mai eina nakað frægari mynd, enn í apríl.

Løntakarar í uppgerðini eru tey, sum fáa løn útgoldna frá einum arbeiðsgevara. Tí eru eisini persónar, sum fáa lønarískoyti frá lønarískoytisskipan, afturat lønini frá arbeiðsgevaranum, eisini tald við í uppgerðini. Tey, sum einans fáa arbeiðsloysisstuðul ella ískoyti eru ikki tald við.

Hagstovan hevur gjørt eina framrokning, sum vísir hvussu undanfarnu mánaðirnir kundu væntast at verið, um støðan var óbroytt. Framrokningin gevur soleiðis eina ábending um ávirkanina, sum korona hevur havt á løntakaratalið.

Talið av løntakarum í mai 2020 var 25.700. Framrokningin vísir góðar 27.400 løntakarar, samanborið er tað ein munur á umeið 1.700  løntakarar ella góð 6 prosent.

Vinnubólkurin ‘privatar tænastuvinnur’ vísir størsta fallið. Í mai mánaði vóru um 8000 løntakarar í bólkinum og framrokningin vísir 8900, sløk 10 prosent á muni. Støðan í vinnuni er tó nakað batna samanborið við apríl mánað, har munurin tá var 14 prosent.

Í apríl sást niðurgongdin innan privatu tænastuvinnurnar best í vinnugreinunum 'gistihús og matstovuvirki', 'handil og umvæling', 'flutningur annars' og 'húsarhaldstænastur'. Í flestu av hesum greinunum er støðan so smátt við at broytast rætta vegin. Innan 'flutning annars', sum fevnir um flogferðslu, farmaflutning, bussleiðir, rutuferðslu, hýruvognskoyring og annan ferðafólkaflutning á landi, er støðan tó ikki stórliga broytt í mun til undanfarna mánað.


Reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina (punktestimatið) fyri hesar mánaðirnar. Gráa økið vísir óvissuna í framrokningini (80% og 95% sannlíki). Bláu prikkarnir vísa úrslitið av teljingini í mars, apríl og mai í ár