Framvegis eingin semja í umboðsmannatinginum

Kevin McCarthy hevur nú tapt 11 atkvøðugreiðslur um formanssessin í umboðsmannatinginum, sum er tað mesta síðan áðrenn amerikanska borgarakríggið

Steinar Patursson
6. januar 2023 kl. 10:21

Heldur ikki í gjár eydnaðist tað amerikanska umboðsmannatinginum at koma ásamt um, hvør skal vera formaður, og umboðsmannatingið liggur sostatt framvegis í formansloysi.

Kevin McCarthy, leiðarin fyri republikanska meirilutan í umboðsmannatinginum, hevur nú tapt 11 atkvøðugreiðslur um formansskapin, og tað er tað mesta síðan 1860, tá USA var í upploysn yvir spurningin um trælahald.

Verandi støða merkir, at umboðsmannatingið fær hvørki svorið nýggjar limir í ei, og eiheldur ber til at samtykkja lóggávu.

Neyðugt er hjá McCarthy at fáa 218 atkvøður í umboðsmannatinginum fyri at fáa formanssessin, men 20 republikanskir umboðsmenn - summir teirra millum víðgongdastu republikanar - sýta fyri at atkvøða fyri McCarthy.

Teir 20 republikanararnir meta ikki, at McCarthy er “rættur” republikanari, hóast Donald Trump, fyrrverandi forseti, hevur gjørt greitt, at hann stuðlar Kevin McCarthy sum tingformanni og ehvur heitt á republikanarar um at atkvøða fyri honum.

Demokratiski minnilutin hevur hinvegin higartil atkvøtt fyri Hakeem Jeffries, sum eisini er leiðari fyri demokratiska minnilutanum í umboðsmannatinginum. Tað er kortini sera ósannlíkt, at demokratarnir fara at sannføra seks republikanarar fyri at atkvøða fyri Jeffries, sum er tað, sum skal til, fyri at Jeffries fær meirilutan av atkvøðunum.

Umboðsmannatingið kemur saman aftur seinni í dag í einari roynd at finna nýggjan formann í umboðsmannatinginum.