Framtíðin í USA hjá sosiala miðlinum, TikTok, kann verða avgjørd í dag, tá stjórin í felagnum, Shou Zi Chew, skal til hoyringar í amerikansku kongressini.
Appin Tiktok, sum loyvir brúkarunum at framleiða stutt videobrot, hevur seinastu tíðina havt nógvan mótgang, og í Danmark hava bæði forsætismálaráðið og verjumálaráðið sett starvsfólkum sínum forboð fyri at hava Tiktok á tænastutelefonum.
Stjórnin í Stórabretlandi hevur eisini ætlanir um at seta forboð fyri at taka niður Tiktok á tænastutelefonir, og amerikanarar hava verið ivasamir um tiktok í fleiri ár.
Tiktok hevur verið fyri sterkum atfinningum fyri ógvisligari dátuinnsavnan, og vestanfyri eru nógv, ið óttast, at sambondini millum Tiktok og kinesisku stjórnina eru ov sterk, og at hesar dátur fara at enda í hondunum hjá kinesisku stjórnini og kinesiska fregnarapparatinum.
Serfrøðingar hava víst á, at Tiktok savnar inn nógv fleiri dátur, enn neyðugt er, fyri at appin skal virka. Harumframt savnar appin dátur inn, hóast tú ikki brúkar hana.
Væntandi skal Shou Zi Chew svara upp á spurningum um, hvørjar dátur Tiktok savnar, og hvat verður latið kinesisku stjórnini.
Tiktok hevur áður víst atfinningunum frá sær, at samstarv er við kinesisku stjórnina um dátur, og Tiktok hevur eisini roynt at bøta um umdømið við at varðveita dátur frá amerikanskum brúkarum á amerikanskum servarum.
Hetta hevur kortini ikki hjálpt upp á illgrunan hjá amerikanskum politikkarum, og so seint sum í farna mánaði gjørdi stjórin í FBI greitt, at hann metti Tiktok at vera eitt amboð hjá kinesisku stjórnini.