Fyrr í vikuni søgdu talsfólk fyri bretsku og amerikonsku stjórnini, at tey høvdu í hyggja at gera sítt til, at Russland fór at verða útihýst úr mannarættindanevndini hjá ST.
Hetta kemur í kjalarvørrinum av myndum av dripnum sivilfólki í ukrainska býnum Butja, sum komu undan kavi farna vikuskiftið, eftir at russiskar herdeildir vóru farnar úr býnum.
Útlendskir miðlar skriva, at aðalráðið hjá ST skal í dag atkvøða um, hvørt Russland skal útihýsast úr mannarættindanevndini hjá ST vegna ræðuleikararnar í Butja, sum vera skýrdar at vera krígsbrotsverk.
– Vit meina, at russiskar herdeildir hava framt krígsbrotsverk í Ukraina, og tað skal Russland standa standa til svars fyri, segði amerikanski sendiharrin í ST, Linda Thomas-Greenfield, í samband við, at ST-Trygdarráðið var kallað saman at umrøða støðuna í Ukraina.
Stovningarsáttmáli Sameindu tjóða fyri mannarættindanevndini sigur, at ein og hvør statur, sum miðvíst brýtur mannarættindini, kann verða útihýst úr nevndini. Við atkvøðugreiðslu skulu tveir triðingar av nevndini atkvøða fyri ella vraka uppskot um útihýsing. Verður atkvøtt blankt, verður hetta ikki talt við.
Tað er aðalráðið hjá ST, sum er umboðað av 193 londum, ið velur umboð í mannarættindanevndina, sum situr fyri trý ár.