Framtíðar heilsa

Í øllum vestanlondum er stórt fokus á heilsu og heilsuverk. Vit gerast alsamt eldri og borgarar krevja at hava tað betri

Bogi Eliasen
22. september 2016 kl. 14:49

Í øllum vestanlondum er stórt fokus á heilsu og heilsuverk. Vit gerast alsamt eldri og borgarar krevja at hava tað betri og betri, eisini á gamalsaldrinum. Tað er lítið at ivast í, at lívsgóðskan er betra munandi seinastu øldina – men hetta gerst eisini dýrari ár um ár. Serliga vaksandi útreiðslur til heilivág eru ein tung byrða hjá flestu heilsuverkum. Heilsa fyllir sera nógv á fíggjarlógini í flestu londum, sum tískil hevur stórt fokus fyri at fáa almennu endarnar at røkka saman.

Góð heilsutænasta hevur stóran týdning fyri trivnaðin í einum samfelag – og er eisini eitt av týdningarmestu vælferðarbarormetrinum í framtíðar samfelagnum. Nýmótans borgarin vil hava atgongd til dygdargóða heilsutænastu. Heilsa verður í flestu førum í dag roknað sum meira enn bara sjúkuviðgerð og vit síggja eisini eina hugburðsbroyting í, at heilsa flytur seg frá bara at lekja til í størri mun at fyribyrgja – bæði tí at tað er betri fyri borgaran – men kanska serliga tí, tað tað er munandi bíligari at fyribyrgja.

Data
Tøkniliga menningin gongur alsamt skjótari og tað ger seg eisini galdandi í Føroyum. Føroyar vóru rættiliga skjótar at íverkseta talgilda heilsuskrá. Meira og meira av heilsuskipanum gerast talgildar, sum eisini letur upp fyri stórum møguleikum á ymsan hátt, sum røkkur langt víðari enn til bara at hava sjálva heilsuskránna talgilda – vit byrja nú at síggja eina innrás av talgildum funkum.

Internet of Things
At sambinda tól vil alnótini (Internet of Things) gevur nýggjar møguleikar á nógvum økjum. Á heilsuøkinum eru nógvir fyrimunir við hesum. Tól kunnu bindast saman á sjúkrahúsinum, men eisini við eitt nú mátingartól, sum sjúklingur hevur á sær ella heima við hús. Soleiðis ber til at eygleiða sjúklingin nógv betur og fáa betri vitan um sjúklingin. Eitt dømi um hetta brúkbari er ein tablet við myndatóli. Soleiðis svølgir sjúklingurin hesa tablet og myndatólið sendir síðan video frá tarminum.

Automatisering
Nógvar mannagongdir innan nógv øki eru automatiseraðar seinastu árini. Sjúkrahúsverkið er einki undantak. Serliga tá talan er um rannsóknarstovur verða ofta robottar settir til ymisk ting. Automatisering kann hava stóran týdning tá talan er um mannagongdir, har feilir oftani verða gjørdir, so sum í biobankum. Men eisini síggja vit stóra menning á røktarpartinum við t.d. robottum at lyfta fólk og sensorum, sum siga frá.

Supersjúkrahús
Í eitt nú Svøríki og Danmark verða nýmótans sonevnd supersjúkrahús bygd. Talan er um at savna førleikar í nógv størri mun enn fyrr. Samstundis verður áhaldandi arbeitt við at fólk í mest møguligan mun skulu viðgerast ambulant, tí fólk hava tað betri heima enn á sjúkrahúsi. Soleiðis elvir henda menning til bæði økta spesialsering, men eisini til munandi meira heilsutænastu heima hjá borgaranum. 

Telemedisin
Tað at bæði kroniskir sjúklingar og sjúklingar, sum skulu hava styttri heilsutænastu í nógv størri mun verða viðgjørdir heima, elvir til broytingar. Færri fólk verða á sjúkrahúsum og fleiri skulu heim til borgaran.  Borgarin, ella sjúklingurin fær størri ábyrgd fyri sær sjálvum og hevur í tí sambandi eisini tørv á ymsum amboðum. Her eru í dag nógvar telemedisinskar loysnir við alskyns tólum, men eisini snildfonin hevur nógvar møguleikar  á hesum øki. 

Apps
Ein uppgerð frá 2015 vísti, at tað vóru fleiri enn 165.000 apps innan heilsu og vælveru til snildfonir. Hetta er eitt greitt tekin um, at snildfonin er væl ávegis sum heilsuamboð. Á sjúkrahúsum eru nógvar skipanir, sum kunnu brúkast við snildfon. Men tað veruliga potentialið liggur í at menna skipanir, sum borgarin eisini vil – og kann – brúka. Bæði fyri at hjálpa borgaranum, men eisni fyri at kunnu fáa til vega data til at skilja sjúku og heilsu betur.

Íleguvitan
Tað er eingin ivi um, at íleguvitan verður ein grundleggjandi partur av framtíðar heilsuvitan og heilsvuviðgerð. Flestu heilsuverk brúka í dag íleguvitan á ein ávísan mun. T.d. eru serstakliga stór framstig hend á krabbameinsøkinum, har viðgerð kann tillagast einstaka persóninum soleiðis at útlitini fyri at finna røttu viðgerðina eru munandi betri, enn tá øll fáa somu standardviðgerð. Komandi árini fara vit at síggja stóra menning á íleguøkinum innan fleiri sjúkur – bæði fyri at viðgera, men eisini fyri at fyribyrgja og at skilja lívfrøðina í mannakroppinum betur – sum verður grundarlagið undir menning av viðgerð og fyribyrging komandi mongu árini. 

Sjúklingurin og borgarin í sentrum
Júst rákið við at seta borgaran í sentrum sær út til at elva til stórar broytingar. Vit hava her tørv á at menna meira vitan um tann einstaka borgaran.  Tað merkir bæði vanliga heilsuvitan, íleguvitan og helst eisini aðra vitan um lívsstíl, tí hvussu vit liva hevur sera alstóran týdning fyri okkara heilsustøðu.

Roknast má eisini við, at hetta rákið ger, at borgarin sjálvur má taka størri ábyrgd fyri sær sjálvum, t.d. við at fáa amboð og førleikar til at fyribyrgja sjúkum og at ansa eftir sær sjálvum í sambandi við sjúku. 

Fígging
Vit síggja eisini eitt greitt rák fram ímóti nýggjum fíggingarleistum á heilsuøkinum.  Sum støðan er í dag gjalda heilsuverk fyri tænastu og/ella heilivág uttan at atlit verða tikin til um sjúklingur fær tað betri. Í sonevnda Health 3.0 hugtakinum, sum nú vinnur frama, byrja heilsustovnar at krevja, at ein partur av kostnaðinum fyri t.d. heilivág skal tengjast at, um sjúklingurin fær tað betri. Júst hetta kann verða avgerðandi broytingin, sum ger, at heilsuverk fara at arbeiða meira við eini heildarmynd av at fáa sjúklingin frískan – heldur enn bara at viðgera symptomir.

Data – trygd og rættindi
Ein týðandi partur av menning krevur at vit framleiða og brúka data. Tað verður eisini neyðugt í nógv størri mun at deila data millum heilsuverk og heilsugransking fyri at kunna menna og veita best møguliga tænastu.

Tað hevur so aftur við sær spurningar um datatrygd og um tann einstaki t.d. sjálvur kann gera av hvør kann brúka data – altso hvør hevur brúksrættin. Hinvegin, so deila vit so nógv annað data í dag, so skjótt vit síggja ein fyrimun, so hví skal heilsudata verða øðrvísi. 

Heilsa er altjóða
Stór tøknilig frambrot eru og nógvar av hesum tænastum verða bodnar út av stórum privatum virkjum. Heilsuøkið verður mett at verða millum skjótast vaksandi vinnugeirar í heiminum. Við alheimsgerðini og alnótini og alsamt meira talgildum heilsutænastum gerst heilsa ein altjóða tænasta og tí koma vit helst at síggja stórar alheimsfyritøkur veita tænastu beinleiðis til einstaklingar kring heimin.

FAKTA

Bogi Eliasen:

Er serfrøðingur í framtíðar heilsu á Instituttet for Fremtidsforskning, Keypmannahavn

Er nevndarformaður í UNESCO Bioethical Committee, Denmark

Er partur í H2020 verkætlanini Genetic Clinic of the Future

Er partur av ES verkætlanini ChipME

Er limur í Training Programme Scientific Advisory Committee í European Bioinformatic Institute (EBI)