Framsýning: Sigrun Gunnarsdóttir, Tað stóra í tí smáa
Fríggjadagin 26. januar kl. 16:00 letur framsýningin "Sigrun Gunnarsdóttir, Tað stóra í tí smáa" upp á Listasavni Føroya...
Innsent
24. januar 2018 kl. 15:21
Fríggjadagin 26. januar kl. 16:00 letur framsýningin "Sigrun Gunnarsdóttir, Tað stóra í tí smáa" upp á Listasavni Føroya.
Solveig Hanusardóttir Olsen, savnsumsjónarfólk, bjóðar vælkomin.
Hanna Jensen, forkvinna í Løgtingsins mentanarnevnd, setur framsýningina.
17 Sangarar framføra.
Listasavnið bjóðar ábit.
Øll eru vælkomin til hátíðarhaldið á Listasavninum.
Listasavnið gevur út bókina "Tað stóra í tí smáa". Bókin fæst fyri serprís upplatingardagin.
Framsýningin er opin til og við 2. apríl 2018.
Savnið er opið týsdag til sunnudag frá kl. 13-16.