Framsýning í Ribarhúsi

Bjørg í Djónastovu og Theresa K. Jacobsen lata upp framsýning í Ribarhúsi mánadagin, 26. apríl klokkan 20. Framsýningin hongur uppi til hósdagin 6. mai. Benjamin Djurhuus og Maria á Lakjuni fara at syngja og spæla, tá ið sýningin letur upp

Tíðindaskriv
21. apríl 2021 kl. 09:13

- So vit mugu minnast til, at læra at stýra okkara ríka og villa hugflogið, men sanniliga eisini at virða tað, og brúka tað konstruktivt, sigur Bjørg í Djónastovu. 

Øll list hevur sína føgru gongd í sinni, skinni og sál. Tað eru litir og skap, ið alt snýr seg um. Ja, sanniliga nørir hetta um tey skapandi evnini, ið vit hava.

Vakurt er at fara inn á Facebook, og síggja tey vøkru skapini hjá Bjørg koma undan hennara penslabørnum. Her eru andlitsbrøgd, blómur, okkurgul randvovin skap í hvítum linjum. Andaligar myndir, ið koma undan skrift støðum í Bíbluni, sum leggja lunnar undir eina unga listakvinnu, sum fer at nøra um sítt skapandi tilvit og hugflog -  virðiliga og lyndrandi í komandi tíðum.

Við á hesari framsýning verður eisini týska listakvinnan, sum býr í Havnini, Theresa K. Jacobsen, sum til dømis málar á sprek á ymsan hátt, so sprekið fær eitt nýtt lív. Eisini koma undan hennara hond varðar og børkubóndi í ekspressivum lívi, sum verður til gagns fyr eygað, sum sær.