I listverkinum Rush Hour broytir tað ófokuseraða myndatólið veruleikasansin hjá billjósum til mynstur av lýsandi, rundum, gjøgnumskygdum flatum. Tey eru í fleiri løgum við skiftandi glærmynd og litávirkan. Eitt kent motiv úr filmsheiminum, sum hevur sítt egna huglag í spakuligu streymandi rørslunum í livandi myndunum
I listaverkinum verður veving og video samanborin. Tyngdin og mynstrið í teimum vovnu teppunum skapa eitt fysiskt mótspæl til vøkru myndagongdina í ljósvørpuni av floymandi rørslum. Hesir hættir at miðla, draga hvørt annað fram. Góðskan í vevingini er í djúpdini, plagginum og litmagninum, ið tógvið og vevskapið geva myndevninum, meðan sjónfílan bergtekur við ljósinum og rørslunum.
Klæði
List, íð nýtir tóvirki, er sjálvandi ikki neytúrviliga meira evnislig enn so nógv onnur list, men tað evnisliga og sansaliga - vond, bygnaður, glansur, broyskni og mjúleiki - tykjast meira afgerandi, meira átrokandi. Tá tað evnisliga gerst miðdepilin, so ger listaverkið vart við sína innantómu tilveru sum lutur, sum eitt ting. Hetta kann elva til at spurningar verða settir við vanligar fatanir um list. Fatanin av at listaverk onkursvegna eru hevja yvir lutir. Fatanin av at list er lítið verklig, at hon ikki hevur nýtsluvirði, at hon rætt og slætt ikki eigur at kunna nytast. Í 2020 og í 2021 varpar Norðurlandahúsið ljós á og fagnar list, sum nýtir tóvirki.
Framsýningin er í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum í døgunum frá í dag 15. februar til sunnudagin 28. februar.
Framsýningin er ókeypis.