Framsókn fer at viðgera Suðuroyarleiðina

Landsfundurin hjá Framsókn verður leygardagin 4. mai

Tíðindaskriv/Framsókn
2. mai 2024 kl. 00:18

Framsókn heldur árliga landsfund floksins á Parnass Hotel Hafnia leygardagin 4. mai kl. 13:00.

Evnið fyri ársins landsfund er suðuroyarleiðin.

 Fundurin verður sum vant í tveimum pørtum: Fyrri parturin er opin fyri almenninginum og hin seinni er bert fyri limir floksins.

Almenni parturin byrjar kl. 13:00, tá Ruth Vang forkvinna greiðir frá um farna árið.

Síðan fara tveir gestarøðarar at leggja fram um Suðuroyarleiðina:

Klæmint Eliasen, byggileiðari í Eystur- og Sandoyartunlar.

Árni H. Ellefsen, fyrrverandi bankastjóri og statsautoriseraður grannskoðari.

Teir báði fara at tosa um váðar, metingar, ger av tunli, fígging og árin á búskapin.

Eftir framløgurnar verður ein steðgur og síðan verður farið undir formliga ársfundin, ið er fyri limir. Tað ber tó væl til at tekna seg um lim í Framsókn á fundinum.