Framløgu um Jóannis Kristiansen í heimbygd hansara

Solveig Hanusardóttir Olsen, MA í listasøgu, hevur framløgu um Jóannis Kristiansen í heimbygd hansara, Leirvík, í kvøld

Sigurjón Einarsson
28. september 2021 kl. 11:50

Sólin er ein serligur gestur í Leirvík.

Tríggjar mánaðir um árið fjalir hon seg handan fjøllini og sæst ikki frá bygdini. Í februar byrjar sólin aftur at daga undan, og tá hon hækkaði so mikið móti sumri, at hon gav luftini ta fyllu og landslagið tað litspæl, sum hann tráaði eftir, var listamaðurin Jóannis Kristiansen aftur í heimbygd síni. Heimbygdin var hansara yndis myndevni at mála, og hann fekk litirnar at ljóma á løriftinum.

Solveig Hanusardóttir Olsen, MA í listasøgu, hevur í kvøld framløgu um Jóannis Kristiansen í heimbygd hansara, Leirvík.

Samstundis verður møguleiki at síggja tær myndirnar, ið Báta- og Listasavnið í Leirvík hevur í varðveitslu, har til ber at spyrja inn til hesar og aðrar málningar hjá listamanninum.

Um Jóannis Kristiansen

Jóannis Kristiansen kom úr Leirvík, og flestu málningarnir hjá honum eru av bygdini og nærumhvørvinum. Málningarnir av Sigatindi, Djúpunum og Leirvíksfjalli eru eyðmerktir av tí føroyska ljósinum og landslagnum.

Tíðliga steig Jóannis Kristiansen av tí traðkaðu gøtuni. Áhugin fyri list var stórur, og sum tannáringur teknaði og málaði hann nógv. Tá hann var seytjan, fór hann til Danmarkar at útbúgva seg til bygningsmálara. Í 1944 kom hann inn á Kunstakademiið í Keypmannahavn, samstundis sum Ingálvur av Reyni. Teir høvdu Aksel Jørgensen sum professara, og her lærdi Jóannis Kristiansen at brúka litirnir, sum gjørdust eyðkennið hjá honum, til at skapa rúmd í myndunum.

Listin hjá Jóannis Kristiansen hevur impressionistisk drøg. Skiftandi veðurlagið og føroyska ljósið eru berandi í listini. Hann brúkar serliga blátt, gult, grønt og hvítt. Vetrarmyndirnar eru bláligar og hvítar. Geislandi hvíta, kavaklædda landslagið er bjart og kulisligt. Vármyndirnar eru grønar og sitróngular, og sólarljósið er sterkt og frískligt. Málningarnir eru fyltir við ljósi, luft og lívi.

Í 1948 var Jóannis Kristiansen liðugur á Kunstakademiinum, men fyri at hava til dagin og vegin, arbeiddi hann eisini sum málarasveinur í Keypmannahavn. Tilknýtið til Danmarkar gjørdist eisini sterkari tá hann hitti Else Margrethe Bonke úr Hvidklide, Lollandi, og tey blivu gift í 1967. Jóannis Kristiansen var búsitandi í Danmark til hann doyði í 1988.

Jóannis Kristiansen ferðaðist til Føroyar hvørja ferð hann fekk møguleikan, og sjálvt um hann búði í Danmark, hevði føroyska landslagið eitt serligt pláss í list og hjarta hansara.

Tiltakið, ið byrjar klokkan 19.30, kostar 50 krónur og til ber at keypa sær atgongumerki her.