Framløga um hvussu studentaskúlin í Hoydølum kann fara at síggja út

Framløgan verður í Perluni í annaðkvøld

Tórsgøta
31. januar 2024 kl. 22:30

1. februar kl. 19:30 verður framløga í Perluni um, hvussu studentarskúlin í Hoydølum kann síggja út. Tað eru arkitektarnir Annika Guttesen og Amalie Marie Overgaard, sum hava skrivað teirra serritgerð um evnið.

- Tit kunnu vænta eina hugkveikjandi framløgu, ið snýr seg um okkara framtíðar hugsjón fyri Hoydalar, sum vit vardu í summar. Eisini greiða vit frá, hvussu vit kunnu brúka teir bygningar, ið longu eru bygdir. Og hvussu ein finnur galdandi virði, sum við tíðini eru horvin og goymd burtur, siga Annika og Amalie Marie.

Framløgan vísir á, hvussu týdningarmikið tað er at verja okkara mentanararv. Og framløgan er eisini ein íblástur til eina meira burðardygga framtíð. Áftaná framløguna verður møguleiki at seta spurningar.

Framløgan verður í Perluni, har kaffi og kaka verður at fáa. Eisini verður møguleiki at síggja tekningar og model.