Framdi herverk móti Mona Lisu

Heimsins kendasta málarí varð í gjár vandaliserað av einum ungum manni, sum var íklæddur sum ein eldri kona í koyristóli

(Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
30. mai 2022 kl. 14:32

Kanska heimsins kendasta málarí, Mona Lisa, varð í gjár vandaliserað av einum ungum manni, ið var íklæddur sum ein eldri kona.

Ungi maðurin var vápnaður við einari fløtakaku, sum hann tveitti á tað meira enn 500 ára gamla málaríið hjá Leonardo da Vinci.

Tað gekk ikki rúm tíð, so komu vaktir á staðið og tóku mannin av ræði, meðan hann tveitti reyð rósubløð út á gólvið.

Lukkutíð hendi einki við Mona Lisu, sum kundi halda fram við at smílast við sínum gátuføra smíli, tí skottrygt glas er sett upp á málaríið.

Síðan 1950-ini hevur Mona Lisa verið dekkað av glasi, eftir fleiri herverk vórðu framd móti henni. Millum annað var hon álopin við sýru í 1956, sum er eitt sindur ógvisligari enn ein fløtakaka.

Eitt starvsfólk á Louvre-savninum pussaði glasið, meðan tann ungi maðurin, sum varð førdur út av vaktum, rópti “fólk royna at oyðileggja jørðina – hugsið um jørðina”.