Fræls aftur

Prik. Tey koppsettu tosa um lætta og frælsiskenslu. Man hetta fara at minna okkum á, at vísindi ikki eru marglæti, sum vit kunnu vera pírin við, men treytin fyri øllum, sum vit hava kært

Orð: Martin Krasnik/Sveinur Tróndarson týddi
6. juli 2021 kl. 09:25

Greinin varð fyrstu ferð prentað í Weekendavísini tann 21. mai í ár, og verður nú prentað á føroyskum í Dimmalætting við loyvi frá høvundanum.

---


Tú kanst bíleggja tær tíð til koppseting nakrar tímar, áðrenn tú hevur fingið innkalling í e-boksina. Eg royndi í fleiri dagar at rita inn á vacciner.dk, men fekk tað svar, at eg ikki átti tørn í koppingarætlanini. Til týsmorgunin. Tá var hon har. Eg slapp ígjøgnum upp á ein minutt, og tað tók ein hálvan at bíleggja tær báðar tíðirnar. Fyrra prikið sunnudagin. Tað seinna 29. juni.

Fólk, sum eru koppsett, hava longu sagt frá um tað: Um kensluna av lætta. Frælsi, rætt og slætt. Sjálvur legði eg Stayin’ Alive á og dansaði við morgunkaffinum, og alla vikuna havi eg kent meg tíggju ár yngri.

Tá vit í eftirtíðini fara at lesa søgu um covid-19, verður tað hetta, sum hon fer at snúgva seg um: Koppsetingarnar, sum vórðu til í huganum, sum vórðu mentar, royndar og framleiddar í bráðskundi. Ikki um, hvussu tær ymsu landsstjórnirnar handfóru støðuna, um hvussu forsætismálaráðharrin handfór eftirlit ella um kappingarstríð millum tjóðirnar. Ikki um, hvørji lond vóru størstu úrmælingar. Ikki um sivilisatiónir og religiónir.

Tá eg hvítusunnudag verið stungin í økslina, er tað ikki heilagi andin, sum breiðir seg í kroppinum og ger meg føran fyri at reka virussið aftur, ikki gudstrúgv, serstøk innvortis javnvág ella makaleyst sjálvsinnlit. Tað er eitt lítið petti av mRNA, sum fær meg sjálvan til at framleiða tað yvirflataproteinið, sum koronavirussið brúkar til at smitta kyknirnar í kroppinum, sum so aftur fær mína órinsskipan til at gera andevni, sum leypa á hetta sama spike-proteinið næstu ferð, at tað kemur inn í kroppin saman við koronavirussinum. Søgan er vísindini.

Á útvegginum á Panum Instituttinum í Keypmannahavn hongur í løtuni ein veldigur dúkur við boðskapinum: Til gagns. Ófatiligt, at tað skal vera neyðugt at minna á hetta nú, tá vísindini so ítøkiliga hava víst sítt virði. Dúkurin hongur sjálvandi har, tí tey inni á universitetinum eru bangin fyri, at boðskapurin ikki heilt er seyraður inn. Gjøgnum nógv ár hava vit nevniliga gloymt, hvønn týdning vísindini hava fyri okkum.

Vit áttu at verið mint á tað av frælsiskensluni, sum kemur við fyrsta prikinum. Kenslan stendst sjálvandi av, at vit í eitt drúgt og syrgiligt ár hava sitið í varðhaldi; undir avmarkingum, forboðum, kravboðum, eftirliti, mørkum og ófrælsi. Men mest av øllum hava vit verið fjøtrað av kroppum okkara. Sjúkan hevur gingið um landamørk, hevur smittað og beint fyri ríkum og fátækum, vit eru tódnað til ta viðbreknu lívrunnu veruna, sum vit eru.

Tað høvdu vit skotrað burtur: at okkara “default setting” í heilum verður smittað, og at okkara náttúrliga tilbúgving ikki lættliga basir pest, pokum, polio, tuberklum, landfarsótt, koleru, smittandi svølgrúmssjúkum, skarlaksfepri, meslingum, fárasjúku og reydlingum, og at vit tí, sum í søgu mannaættarinnar svarar til í fyrradagin, doyðu sum pinkur, sum børn, sum ung, sum flugur.

Til vísindini komu okkum til hjálpar. Frælsiskenslan, takksemið til hesa gávuna frá fólki í kitlum, er tað sama sum okkara forfedrar kendu, tá tey lærdu at vaska sær um hendurnar á føðistovunum, at sóttreinsa vatnið í býunum ella at spræna eina elalítla nøgd av variola-virussi inn í kroppin sum vernd fyri pokum.

Tað er ein løgin tvørsøgn: Náttúru- og læknavísindini tvíhildu um, at sjúka hvørki stóðst av synd ella óndskapi, og tí heldur ikki kundi lekjast við bøn. Og júst hendan reduktiónin av okkum til kropp gav okkum frælsi. Frælsi frá at liva í ótta fyri smittu og deyða, sum vit nú aftur hava roynt hetta seinasta drúgva árið. Ikki er neyðugt at minna á, at frælsisstríðið var niðan brekkuna. Vísindaligu undangongufólkini rendu seg í klerkar, prestar, pávar, imamar og rabbinarar, sum stríddust ímóti tí, sum kundi mátast og falsifiserast, tí hetta var stríð um sannleikan, sum bleiv grundarsteinurin undir uppreistrinum hjá upplýsingini móti religiøsum býttisskapi og fordómum, og sum legði lunnar undir fólkaræðið. Vísindini loystu okkum frá at vera rein náttúra. Og tey kollveltu okkara arbeiðshættir, okkara samfelag, loystu kvinnurnar frá monnunum og børnini frá foreldrunum.

Tað er henda stóra søgan, sum skvampar í kanyluni, sum eg skal sproytast við sunnukvøldið. Tann langa søgan um fyrstu vaccinurnar í 1798, sum kanska byrjaðu við buddistisku munkunum, sum eksperimenteraðu við at drekka slangueitur fyri at verja seg móti slangubiti. Tann stuttara søgan um mRNA, sum universitet og medisinalfyritøkur hava granskað í síðani 1989. Vísindaligu frambrotini koma ongantíð dettandi av himli, sjálvandi, tí soleiðis er tað vísindaliga háttalagið. Vísindini arbeiða seint, men broyta fullkomiliga lív okkara. Tað er tí, at vit so lætt taka tey sum eina sjálvfylgju og gloyma, at um medisinska og tekniska framleiðslan, sum vit hava, bara hvarv, so gjørdist lív okkara vesaligt, fátækt og hart.

Anja Andersen, stjørnualisfrøðingur, gav fyri nøkrum mánaðum síðan út lítlu bók sína, “Hvat skulu vit við vísindunum?” Hugsa tær, at tað skal vera neyðugt at seta hendan spurningin. Orsøkin er, at vit vóru farin at taka vísindini sum eina sjálvfylgju, á sama hátt sum mentanina; øll halda, at hon hevur týdning, men eingin vil brúka pengar uppá hana. Harragud, vit kunnu væl spara har, tí vit hava framvegis bæði penisillin og Statens Kunstfond.

Politikararnir hava ikki áhuga fyri vísindunum, og tað hava veljararnir hjá teimum heldur ikki. Eg havi ikki tal á, hvussu mong orðaskifti eg havi verið við í um granskingarpolitikk, og tey eru altíð keðilig og køld. Granskingarjáttanirnar eru vaksnar eitt vet eftir mong ár við skerjingum, men tær eru framvegis lítlar, og granskingarøkið er eitt politiskt ongamannaland, har politisk oddafólk ongantíð standa við stýrisvølin. Tí er gransking nú bundin at privatum grunnum, sum hava øgiligan pening, eitt fyribrigdi, sum próvfast ger seg inn á uppfinnsemi og útbreiðsluna av hugskotum. Sjálvt tey evnaríkastu hava sera vánaligar setanaravtalur og skulu brúka ófatiliga orku til at søkja um pening. Hevði Ørsted livað í dag, hevði hann slett ikki havt stundir til at uppdaga elektromagnetismuna. Tú kanst siga, at tað bilar einki. Koronutíðin hevur víst okkum, at kururin er líka so markbrótandi sum sjúkan sjálv. Niels Bohr hevði verið errin; tosað hevur verið um granskingarsamstørv tvørtur um landamørk, religiónir og politiskar mótsetningar.

Men eisini her hava vit gloymt okkara egnu søgu. Danmark er trekur samstarvsfelagi í ES, sum lutfalsliga brúkar minni pening til gransking í dag enn fyrr. Í áratíggju hava vit ligið á boðunum um at samtykkja veruliga játtan til at fíggja innsavnanina av vitan, sum um fimm, tíggju ella 25 ár skal finna nýtt koppsetingarevni ella tøkni fyri at basa veðurlagsbroytingunum. Ella eitt sindur meira uppgjørt: Vit eru vorðin so spilt, at vit ikki høvdu áhuga fyri, at markbrótandi og fræls vísindi eru neyðug, skulu vit framhaldandi vera fræls menniskju.

Vónandi fær lættin av prikinum okkum at minnast tað aftur.

---