Tað varð roknað við stórum spenningi, góðum undirhaldi og fínum hondbóltsspæli, tá ið Frakland og Kroatia hittust í EM kappingini í hondbólti í Køln í kvøld, og soleiðis varð tað eisini.
Frakland vann 34 – 32 eftir hálvleiksstøðuna 18 – 18. Onkra løtu í seinna hálvleiki var Frakland frammanfyri við trimum málum, men so svaraði Kroatia aftur.
Tá ið tað var Frakland, sum støðugt hevði havt momentum, men kortini ikki hevði megnað at leggja sjógv millum seg og mótstøðuliðið, so lúrdi møguleikin fyri, at Kroatia fór at vinna.
Kroatar spentu síðstu løtuna av álvara álopsbogan, tá ið teir spældu 7 ímóti 6 í álopspartinum, men tað kiksaði heilt, tí tað riggaði ikki við innspæli á strikuna, og so struku fraklendingar tríggjar ferðir avstað og settu bóltin í tóma málið.
Við sigrinum tók Frakland risa fet fram ímóti hálvfinaluni. Nú klokkan 19.30 verður síðsti dysturin í dag, og úrslitið av uppgerðini millum Týskland og Ísland fer at hava stóran týdning fyri vánirnar hjá hesum báðum at vinna seg í hálvfinaluna.
Í kvøld var tað merkisvert, at franski veteranurin og stórspælarin í mong ár Nikola Karabatic setti met í at skjóta mál í EM endaspæli. Hann hevur nú skorað 289 mál í EM endaspølum. Í kvøld skoraði Nikola Karabatic fimm mál. Metið frammanundan átti íslendski Guðjón Valur Sigurðsson, sum í síni tíð skoraði 288 mál.
Danski Mikkel Hansen hevur skorað 276, og tá ið hann framvegis er virkin, er tað møguleiki fyri, at hann fer at taka metið.