Frakland hevur nú boðað frá, at landið stuðlar ætlanunum at seta á stovn ein dómstól, ið skal rættarføra russiskar leiðarar fyri at gera seg inn á Ukraina.
Boðini koma eftir, at ES og forkvinnan í ES kommissiónini, Ursula von der Leyen, hava gjørt greitt, at undirtøka kundi verið fyri ætlanunum, sigur BBC.
Ein tílíkur dómstólur hevði fingið til uppgávu at gera av, um og hvussu russiskir ovastar, teirra millum Vladimir Putin, hava gjørt seg sekar í ágangi móti Ukraina – um teir hava forbrotið seg móti territoriala integritetinum hjá landinum.
Tað er eingin orsøk at vænta, at ovastarnir í Russlandi høvdu gingið við til at møta upp sjálvir at fáa dóm í einum vesturlandi, men sjálvt um teir vóru dømdir in absentia, hevði hetta havt við sær álvarsamar fylgir fyri viðurskiftini millum Russland og Vesturheimin.
Russland er ikki partur av altjóða dómstólinum í Haag, og tí kunnu russiskir leiðarar ikki dømast fyri ágang har. Tí eru ætlanirnar at seta á stovn ein serligan dómstól, ið skal taka sær av júst hesum.
Ukraina hevur áður skotið upp, at setast skal á stovn ein tílíkur dómstólur, men hetta varð ikki væl móttikið av teimum sameindu í Vesturheiminum, tí hetta fór at minka um møguleikarnar at fáa semju í lag við Putin um frið.
Tað sær kortini út til, at tolið er við at vera uppi, og sambært franska uttanríkisráðnum verður arbeitt við uppskotinum saman við øðrum evropeiskum tjóðum.
Ursula von der Leyen hevur kortini gjørt greitt, at neyðugt verður við undirtøku frá ST fyri at seta dómstólin á stovn, og arbeitt verður tí í løtuni við at fáa undirtøku millum ST londini.
Russland er permanentur limur í trygdarráðnum hjá ST, og sum permanentur limur hevur Russland eisini veto-rætt. Men sum skilst er ætlanin at fáa undirtøku í aðalfundinum ístaðin.