Frakland sendi Ronaldo og Portugal heim
Fransmenn vóru kaldari frá 11 metrum og eru til reiðar til hálvfinaluna ímóti Spania
Ragnar Sjúrðarson
5. juli 2024 kl. 22:55
Hóast kvartfinalan ímillum Portugal og Frakland endaði við málleysum javnleiki aftaná 120 minuttir, fingu áskoðararnir undirhald fyri allar pengarnar.
Frakland hevði skift Kylian Mbappé út, men tað broytti ikki uppa, at fransku skjúttarnir vóru kaldari frá 11 metrum.
Fransmenn vunnu brotssparkkappingina 5-3.
Við sigrinum er Frakland til reiðar til týsdagsins hálvfinalu, har Spania, sum fyrr í kvøld sendi týskarar heim, bíðar.