Franskmenn komu víðari í dysti, sum als ikki livdi upp til væntanirnar, tá nummar tvey og trý á styrkislistanum hjá FIFA brustu saman.
Dysturin var javnur, tamur og hvørgan av kanónunum hjá liðunum vóru stillaðar.
Tað var fyrst fimm minuttir fyri dystarlok, at Randal Kolo Muani, við hjálp frá einum belgiskum læri, kundi skjóta Frakland á odda 1-0 og víðari til kvartfinaluna.
Jan Verthongen varð noteraður fyri sjálvmál.
Í dystinum ímillum Portugal og Slovenia varð man ikki forkelaður við málum. Dysturin endaði 0-0 bæði eftir vanliga og longda leiktíð.
Ronaldo fekk annars ein lyklamøguleika at seta Portugal á sigurskós, tá Diego Jota fór um koll og vann eitt brotsspark. Men sparkið frá teimum 11 metrunum bleiv bjargað, av slovenska Jan Oblak.
Í brotssparkkappingini fekk portugisiski málverjin ein avgerandi leiklut, tá hann bjargaði trý brotsspørk hjá Slovenia, meðan liðfelagar hansara skoraðu trygt.
Portugal og Frakland møta hvørjum øðrum í kvartfinaluni