Minnisgudstænasta varð hildin fyri offrunum, sum lótu lív í skotálopinum í franska býnum Trébes fríggjadagin. Vápnaði drápsmaðurin var Islamistur. Tað skrivar BBC News á heimasíðu sína.
Arnaud Beltrane, løgreglumaður, ið doyði undir royndini at bjarga gíðslum, tá ein matvøruhandil varð kingsettur, verður heiðraður ein av komandi døgunum í París.
Hann verður skýrdur ein hetja, av tí, at hann býtti pláss við ein av gíðslunum.
Skotálopið hevur verið ógvusligasta álopið í Fraklandi, síðan stjórnin hjá Emmanuel Macron tók við.
Brotsmaðurin, 25-ára gamli Redouane Lakdim, var longu frammanundan á yvirlitinum av ekstremistum, og myndugleikarnar mettu hann vera smákriminellan, men fregnartænastan metti hann ikki vera ein beinleiðis hóttan. Løgreglan skjeyt og drap mannin.
Lakdim, sum var tilknýttur IS-herliðum, varð endurgivin fyri at hava ynski um, at Salah Abdeslam varð leyslatin. Salah Abdeslam er maðurin, ið er undir illgruna fyri at hava staðið fyri yvigangsálopinum í París 13. novembur 2015, ið hevði 130 deyðsføll við sær.
Biskuppurin í Carcassonne og Narbonne helt gudstænastuna í kirkjuni í Saint-Etiene í Trébes.
Álopið hevur skelkað lítla býin við 5000 ínúgvum, og bomur eru lagdar uttanfyri matvøruhandilin, har álopið fór fram.
Khadija, ein 52-ara gamal matstovueigari, segði, at hon varð skelkað av hendingini. "Vit hildu, at tílíkt bara hendi í stórbýum", segði hon við AFP-iðindastovuna.
Meira kann lesast um offrini HER