Frakland hóttir við veto

Tingast verður milllum ES og Stórabretland, har roynt verður at gerast samdur um fríhandils- og samstarvsavtalu, sum skal mynda grundarlagið í sambandinum millum partarnar eftir Brexit

Sigurjón Einarsson
4. desember 2020 kl. 10:14

Tað hevur gingið striltið at fáa endaligu fríhandils- og samstarvsavtaluna millum Stórabretland og ES uppá pláss.

Hóast samráðingarleiðarar frá báðum pørtum eru samdir um eitt uppskot til avtalu, so skulu limalondini í ES og bretska stjórnin eisini góðkenna uppskotið.

Nú hevur franska stjórnin, har stór áhugamál liggja í buktini – millum annað fiskiskap – ávarað um, at hon fer at leggja veto móti eini “vánaligari avtalu”.

- Eg vóni framvegis, at vit kunnu fáa eina avtalu uppá pláss, men eg ynski at greiða okkara fiskimonnum, okkara framleiðarar og borgarum, at vit fara ikki at góðtaka eina vánaliga avtalu, sigur evroparáðharrin Clément Beaune.

Charles Michel, samráðingarleiðari og formaður fyri Evropeiska Ráðið, leggur áherðslu á, at ES strembar eftir, at fáa eina avtalu í hús, men at tað “ikki verður fyri ein og hvønn prís”.