Frakland hevur í kvøld tryggjað sær pláss í hálvfinaluni í EM kappingini í hondbólti, sum í hesum døgum er í Týsklandi.
Ikki fyrr enn mikudagin verður tað greitt, um Frakland í hálvfinaluni fer at spæla ímóti Danmark ella Svøríki. Tað er greitt, at vinnarin í bólki 1 í miðumfarinum fer at spæla ímóti Svøríki, og at nummar tvey í bólki 1 í miðumfarinum fer at spæla ímóti Danmark.
Ungarn hevur framvegis møguleika at taka fremsta plássið frá fronsku favorittunum. Soleiðis verður tað, um Ungarn í kvøld vinnur ímóti Týsklandi og mikukvøldið fer at vinna ímóti Fraklandi.
Um Ungarn ikki vinnur ímóti Týskvøldið í kvøld, so hevur Frakland undan síðsta umfari, sum verður mikudagin, tryggjað sær fremsta plássið í bólkinum og harvið fríggjadagin at spæla hálvfinalu ímóti Svøríki.
Í kvøld vann Frakland 33 – 28 ímóti Eysturríki eftir hálvleiksstøðuna 16 – 15 til Eysturríki. Frakland var stórfavorittur, men eysturríkararnir treiskaðust, og tað var ikki fyrr enn síðsta korterið, at fraklendingar fóru frá mótstøðumonnunum.
Eysturríki hevur staðið seg væl betur í EM kappingini, enn tað frammanundan varð roknað við. Eftir tapið í kvøld er tað tó greitt, at Eysturríki fer ikki at røkka í hálvfinaluna.
Eysturríki fer mikudagin at spæla ímóti Íslandi, og Frakland fer at spæla ímóti Ungarn. Týskland spælir nú klokkan 19.30 ímóti Ungarn og mikukvøldið ímóti Kroatia.