Eftir tríggjar vikur við EM hondbólti í Týsklandi er kappingin av. Favorittarnir úr Danmark og Frakland, sum varð roknað at vera næstbesta boðið at vinna kappingina, spældu í kvøld finalu í Køln. Eftir longda leiktíð vann Frakland 33 – 31. Hálvleiksstøðan var 17 – 16, og tá ið vanliga leiktíðin var farin, vísti máltalvan 27 – 27 og so var neyðugt við longdari leiktíð – tvær ferðir fimm minuttir.
Tá vístu fraklendingarnir seg at vera teir drúgvaru. Teir løgdu seg á odda við tveimum málum, og ta leiðsluna megnaðu danir ikki at taka.
Sum 2. hálvleikur leið og eisini í longdu leiktíðini høvdu fraklendingar meiri orku og tyngd, og tí vunnu teir.
Danir vóru frammanfyri stóran part av tíðini, og Emil Nielsen var framúr í málinum. Men danir megnaðu ongantíð av álvara at leggja sjógv millum seg og mótstøðuliðið, og tað kostaði, sum tíðin leið.
Hetta er fyrsta ferðin í 10 ár, at Frakland er europameistari í hondbólti. Frakland hevur vunnið EM fýra ferðir, síðani tað í 1994 var farið undir hesa kappingina. Frakland hevur vunnið EM í 2006, 2010, 2014 og so í 2024.
Næsta stóra landsliðskappingin í hondbólti verður, tá ið OL um ólavsøkumundið verður í París.
Jóhan á Plógv Hansen var ikki á listanum hjá Danmark í kvøld.