Ein 13-ára gomul fronsk skúlagenta tvíhelt, at hon var til staðar, tá lærarin Samuel Paty vísti myndir av Mohammed-profetinum í sínari undirvísing, har undirvíst bleiv um skrivi- og talufrælsi.
Hetta førdi við sær, at pápi at 13-ára gomlu gentuna byrjaði eitt æruskemmandi átak móti læraranum, ið endaði við syrgiligu hendingini, at ein 18-ára gamal kekenskur maður, sum var flóttafólk í Fraklandi, skal læraran á háls sum revsing fyri at hava spottað profetin.
Men nú viðgongur gentan, at hon slett ikki var til undirvísing hendan dagin, har pápi hennara eftirfylgjandi byrjaði átakið móti læraranum.
Tað skriva fleiri útlendskir miðlar, millum annað Mail Online.
Ákærur hava allatíð verið, at gentan slett ikki var í skúla til undirvísing, tá Samuel Paty vísti myndir av Mohammed-profeti, sum gentan hevur avnoktað til nú.
Sakførarin hjá ónevndu gentuni sigur, at gentan segði ósatt, tí hon “kendi seg fangaða”, eftir at hennara floksfelagar bóðu hana vera “ein talsmann fyri tey, ið bóru ótta fyri, hvat hendi í undirvísingini”.
Gentan tvíhelt annars, at Samuel Paty vísti myndir av Mohammed-profeti í undirvísing um skrivi- og talufrælsi, og at Samuel Paty hevði givið muslimsku næmingunum boð um at fara úr flokshølunum, har hann, sambært henni, hevði hótt hana um burturvísing, tá hon noktaði at fara út, men hevur nú viðgingið, at hon ikki var til undirvísing hendan dagin.
Ógvisliga drápið á Samuel Paty førdi við sær, at Frakland vendi kós og kunngjørdi eina franska uppgerð við víðgongda islam, meðan heimssamfelagið upplivdi eina nýggja heimsumfatandi Muhammed-kreppu.
Í Danmark ynskti politiski flokkurin, Nýggju Borgarligu, at koyra nakrar lýsingar við Muhammed-tekningunum í donsku bløðini, men tann ætlanin varð slept, eftir at Charlie Hebdo noktaði teimum at brúka sínar tekningar.