Frælsur ítróttur eigur at fáa betri umstøður - eina innandura høll

Tað kemur næstan ikki fyri at fólk í Føroyum ikki tosa um veðrið, regn og vindur og í morgun er tað frost og kalt.

Dánial Hansen
1. november 2024 kl. 14:26

Tað kemur næstan ikki fyri at fólk í Føroyum ikki tosa um veðrið, regn og vindur og í morgun er tað frost og kalt.

Hóast hettar, so eru fleiri sum støðugt møta upp at venja frælsan ítrótt. Tey hava umstøður úti at venja í, hóast storm, regn kava osv. Hettar er ikki bestu umstøður, tað kunnu vit øll verða samd í.

Má rósa okkara íðkarum og eldsálum innan frælsan ítrótt, fyri teirra ídni og vilja at røkka málum. Vit hava enntá ein evropameistara í U20 (400 m renning) í 2023, sum vit føroyingar eru stoltir av. Hugsi tykkum um vit høvdu enn betri umsøður í dag, og hvørji úrslit vit so kundu fingið.

Tórshavnar kommuna eigur at raðfesta frælsan ítrótt nógv hægri, og ynskir Fólkaklokkurin at verða við at loysa trupuleikan, og at betra um karmarnar innan frælsan ítrótt. Vit ynskja at fáa eina innandura høll til frælsan ítrótt, og eigur arbeiði at byrja sum skjótast.


So far á val og vel fólkaklokkin, set X við Dánial Hansen