Frælsi 80.000 krónur frá Lions

Í vikuni fekk viðgerðarstovnurin Frælsi á Eiði 80.000 krónur frá Lions Club, sum er ágóðin frá ársins tulipantiltaki. – Hetta ger, at vit kunnu víðka um tilboðið til tey ungu við einum tónleikarúmi, sigur Martin Kúrberg, leiðari á Frælsi

Martin Kúrberg, leiðari á viðgerðarstovninum Frælsi á Eiði, og Karl Eli Sigvardsen frá Lions Club, tá ið tær 80.000 krónurnar vórðu handaðar í vikuni
Lions Club/tíðindaskriv
7. desember 2024 kl. 14:30

Á hvørjum ári undan páskum selur Lions Club blómutyssi við tulipanum undir herrrópinum ‟Nei til narko”. Tá kunnu virki, fyritøkur, stovnar og onnur stuðlað fyribyrjandi arbeiði millum ung, tá ið tað kemur til serliga rúsevnismisnýtslu.

 

Hesaferð gjørdi Lions Club av, at ágóðin frá tiltakinum skuldi fara til viðgerðarstovnin Frælsi á Eiði, sum er eitt ókeypis tilboð til ung við rústrupulleikum, so tað skal bera til at hjálpa teimujm at fáa eina nýggja byrjan í lívinum.

 

– Vit eru sera takksom fyri hesar 80.000 krónurnar frá Lions, sum veruliga koma í tøkum tíma, tí vit eru í ferð við at gera eitt tónleikarúm til tey ungu, sum eru hjá okkum. Tað vísir seg, at fleiri teirra hava góð evni til tónleik, og kunnu brúka tónleikin til at úttrykkja seg, sigur Martin Kúrberg, leiðari á Frælsi.

 

– Eisini eru vit so heppin, at vit hava tónleikarar knýttar at okkum. Pauli Magnussen arbeiðir hjá okkum og Holgar Jacobsen er avloysari, so teir vita, hvat skal til fyri at fáa eitt gott tónleikarúm. Tónleikur gongur beint til kenslurnar, so tað verður eitt hent amboð í viðgerðini at fáa aftrat.

 

Nógv úti í náttúruni

Frammanundan brúka tey nógv náttúruna í sambandi við viðgerðina og eru nógv úti saman við teimum ungu, sum eru komin á Frælsi at leita sær hjálp.

 

– Eg kann nevna, at tyrlumanningin hevur verið ófør at hjálpt til, og eisini hava vit bát, so nú er gott at fáa eitt bein aftrat at standa á í okkara viðgerð. At tey ungu sleppa at fáast við okkurt, teimum dámar og tey hava evni til, kann bara styrkja teirra sjálvsfatan og hjálpa teimum, sigur Martin.

 

Frælsi tekur sær fyrst og fremst av ungum brúkarum, sum eru bundnir av rúsdrekka og rúsevnum. Teirra royndir eru, at tað sum oftast byrjar við rúsdrekka og so endar við rúsevnum, sum eru fremsta orsøkin til, at tey ungu hava brúk fyri hjálp.

 

Kundu tikið fleiri inn

– Tíverri hava vit lága normering, at vit hava bara pláss fyri fimm ungfólkum í senn, men tørvurin er nógv størri, so vit royna at varskógva myndugleikarnar um, at vit saktans kundu tikið fleiri inn, sigur Martin Kúrberg, sum ikki upp á standandi fót kann siga, hvussu nógv hava fingið hjálp har.

 

– Nú havi eg ikki tølini við hondina, men hesi seks árini munnu vit hava hjálpt einum 100-200 ungfólkum. Hjá okkum er tað ikki sum á øðrum viðgerðarstovnum, at talan er um eitt seks viku langt skeið, men vit plaga at siga, at vit royna at hjálpa teimum, til tey hava fingið tað betri.

 

Umframt at hjálpa teimum ungu úr sínum rústrupulleikum, leggur viðgerðarstovnurin Frælsi stóra orku í at útvega teimum bústað og arbeiðspláss ella skúla, alt eftir tørvi, so tey ungu kunnu koma víðari eftir tíðina í viðgerð.